back-icon

28.07.2020 10:55

- At NLH flaggar við LGBT fløggum er óhugnaligt og provokerandi

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, er ikki blíður, eftir at Norðurlandahúsið annað árið á rað hevur valt at flagga við LGBT-fløggum í sambandi við Pride-dagin, sum var í gjár

Jógvan á Lakjuni, tingformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
28.07.2020 10:55 Jens Hákun Leo

Eingin Pride-skrúðgonga var í ár orsakað av koronatilmælunum, men hetta forðaði ikki Norðurlandahúsinum at hátíðarhalda dagin í gjár við at flagga við LGBT-flagginum. Samstundis so tók Norðurlandahúsið føroyska flaggið niður fyri at geva LGBT-flagginum pláss.

Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá Jógvani á Lakjuni, tingformanni.

- Aftur í ár, beint upp undir okkara kristnu tjóðarhátíð, hevur Norðurlandahúsið í fleiri dagar strikað okkara meira enn hundrað ára gamla krossmerki og vundið LGBT-fløgg í húnar hátt.

- Eg haldi, at hetta er óhugnaligt og ógvuliga provokerandi, og eg vil gjarna fortelja Norðurlandahúsinum og stjóranum har, at tað føroyska flaggið, okkara alra tjóðarmerki, er eitt flagg, sum fevnir øll menniskju og inkluderar øll, skrivar Jógvan á Lakjuni á Facebook.

Svenning er eisini illur

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Norðurlandahúsið tekur føroyska flaggið niður fyri at flagga við LGBT-flagginum. Eisini í fjør hendi hetta, og eisini tá vóru tað nøkur, sum ilskaðust inná hetta, harímillum Svenning av Lofti, evangelistur.

Svenning av Lofti skrivaði aftaná hesa hendingina, at "stjórin í Norðurlandahúsinum, norska Gunn Hernes, sýndi sum útlendingur í Føroyum ein óhoyrdan óflýggjaskap og vanvirðing við at taka føroyska flaggið niður av flaggstongini í Norðurlandahúsinum og hevja LGBT-flaggið í húnar hátt."

Svenning av Lofti legði afturat, at hann mótmælti harðliga "hesi háðan av føroyingum og føroyska flagginum."

[object Object]

Svenning av Lofti, evangelistur (Mynd: Facebook)

Aftur í ár mótmælir Svenning av Lofti. Hesaferð kallar hann avgerðina hjá Norðurlandahúsinum fyri eina skemdargerð.

- Norðurlendska mentunarborgin í Føroyum hevur strikað øll norðurlendsku fløggini, sum eiga heiðurspláss har.

- Í staðin hevur mentunarborgin hongt LGBT-merkið á allar flaggstengurnar. Í fjør var 1 LGBT-flagg hongt upp. Nú eru 7 LGBT-fløgg.

- Eg mótmæli harðliga skemdargerðini, at føroyska flagggið enn einaferð verður drigið niður fyri at LGBT-flaggið skal veittra, skrivar Svenning av Lofti á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald