- Dátueftirlitið noktaði íslendingum at gera Covid-19 kanningar
Fólk frá íslendska heilsumálaráðnum, sum vórðu flogin til Danmarkar, so at tey kundu kanna ferðafólk á Norrönu, meðan tey vóru umborð, sluppu ikki at gera sínar kanningar. Ikki fyrr enn tey vóru komin í íslendskt farvatn
Fólk frá íslendska heilsumálaráðnum vórðu flogin til Danmarkar, so at tey kundu kanna ferðafólk, sum skuldu við Norrönu til Íslands, fyri Covid-19.
Fólkini skuldu gera kanningarnar, meðan tey vóru umborð, men tey sluppu tó ikki at gera tær, fyrr enn tey vóru komin í íslendskt farvatn.
Orsøkin er, at føroyska Dátueftirlitið vildi ikki loyva hesum.
Hetta upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line. Íslendski miðilin Austurfrett.is hevur eisini skrivað um hendingina.
Avgerðin hjá Dátueftirlitinum hevði við sær, at øll tilgongdin varð seinkað í nakrar tímar, og at fráferðin hjá Norrönu úr Íslandi varð útsett til seinnapartin í dag.
- Ferðafólk vórðu hildin aftur og samlað óneyðuga nógv saman, sigur Rúni Vang Poulsen, sum ikki veit, hví Dátueftirlitið skuldi innblandast í tilgongdina.
- Upprunaliga ætlanin var, at fólk frá íslendska heilsumálaráðnum skuldu gera kanningarnar, tá ferðafólkini vóru komin í land í Seyðisfirði, men fyri at gera tað heila skjótari, greiðari og tryggari, so valdi mann at flúgva tey til Danmarkar, so at tey kundu testa ferðafólkini umborð í byrjanini av túrinum, sigur stjórin í Smyril Line.
Tað hevur ikki enn eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Dátueftirlitinum.
Umleið 630 ferðafólk vóru við á túrinum hjá Norrönu úr Hirtshals.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald