back-icon

09.08.2020 19:00

- Dysturin í annaðkvøld verður heilt serligur fyri meg

Katrina Maria býr til dagligt í Keypmannahavn, og hon heldur, at tað er altíð stuttligt, tá yndisliðið hjá einum spælir ímóti tí lokala liðnum, har ein býr

(Mynd: katrina.maria, Instagram)
09.08.2020 19:00 Jens Hákun Leo

Í annaðkvøld bresta Manchester United og FC Keypmannahavn saman í fjórðingsfinaluni í Europa League.

Hetta er ein dystur, sum United fjepparin, Katrina Maria Christiansen sær fram til við stórum spenningi.

Katrina Maria býr til dagligt í Keypmannahavn. Hon heldur, at tað er altíð stuttligt, tá yndisliðið hjá einum spælir ímóti tí lokala liðnum, har ein býr.

- Eg klári ikki at bíða, til dysturin verður bríkslaður í gongd. Hetta er ein heilt serligur dystur fyri meg. Tað er altíð stuttligt, tá yndisliðið hjá einum spælir ímóti tí lokala liðnum, har ein býr, skrivar Katrina Maria á Instagram.

[object Object]

[object Object]

(Myndir: katrina.maria, Instagram)

Katrina Maria letur ikki nakran vera iva um, hvørjum hon fer at halda við í annaðkvøld.

- Men sum altíð og í allar ævir: Glory, Glory, Man United, slær hon fast.

Við meira enn 75.000 fylgjarum er Katrina Maria millum størstu føroyingarnar á Instagram.

Katrina Maria er av fleiri útlendskum miðlum kosin at vera lekkrasti United-fjepparin.

[object Object]

[object Object]

(Myndir: katrina.maria, Instagram)

Dysturin ímillum United og FCK verður leiktur í týska býnum Köln.

United leikti seg í fjórðingsfinaluna við at vinna 7-1 samanlagt á LASK Linz, meðan FCK vann 3-1 samanlagt á Istanbul Basaksehir.

Í hinum Europa League fjórðingsfinalunum spæla Inter Milan-Bayer Leverkusen, Wolverhampton-Sevilla og Shakhtar Donetsk-Basel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald