back-icon

28.06.2020 09:00

- Ein sum er hálvavfollin klokkan 04 er púra ófarligur

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum var alt annað enn blíður, tá hann fór upp á tingsins røðarapall fríggjadagin

Henrik Old, tingmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)
28.06.2020 09:00 Jens Hákun Leo

Uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar varð samtykt við 3. viðgerð fríggjadagin.

15 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 13 tinglimir atkvøddu ímóti.

Uppskotið, sum varð samtykt, var ein neyðsemja ímillum landið og barreigarar, sum inniber, at barrirnar fáa endurgjald frá landinum, um landsstýrismaðurin avger at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn klokkan 02 ella at minka mest loyvda tal av gestum.

Lógin er í gildi fram til 31. august í ár - og ikki til 31. mars 2021, sum upprunaliga ætlað.

Les meira: Nú verða barrir kanska tvingaðar at lata aftur - men tær fáa endurgjald

Ein av teimum 13, sum atkvøddi ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum, var javnaðartingmaðurin Henrik Old. Hann fýltist á logikkin í tí heila. Sambært Henriki Old er eingin munur á at lata aftur klokkan 02 og so at lata aftur klokkan 04.

- Hvat er munurin á einum, sum er blivin hálvfullur klokkan 02, og so einum, sum er blivin fullur klokkan 04?  Er tað ikki størri kjansur fyri, at viðkomandi er sovnaður og er púra ófarligur klokkan 04? Er hann ikki ófarligur klokkan 04 í mun til klokkan 02? Hvat er munurin? Hvat heldur Fólkaflokkurin er munurin á einum, sum hevur kenning klokkan 02, og sum er hálvavfollin klokkan 04? Jeg dugi ikki at síggja, hvat munurin er, sló Henrik Old fast á tingsins røðarapalli.

Henrik Old fýltist eisini inná dupultmoralin hjá Fólkaflokkinum, sum vil steingja barrirnar, men sum samstundis eisini vil rinda í dýrum dómum í endurgjaldi til barrirnar, meðan Zarepta, Nesvík og ítróttarfeløg einki fáa í sín part.

- Nú eru tað barrirnar, tað drejar sjeg um, og tað eru tey, sum skulu hava pengarnar. Restin - Zarepta, Nesvík og ítróttarfeløg og alt hetta her - "tykur fáa ikki eina krónu," helt Henrik Old retoriskt fyri.

10.000 krónur til garasjuball á ólavsøku

Ólavsøkuætlanirnar hjá Tórshavnar býráð við Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum á odda sluppu heldur ikki undan hárfønaranum hjá Henriki Old.

- Okur hoyrdi í Degi og Viku í gjárkvøldið (hóskvøldið, red), at borgarstjórin í Havn segði, at "tykur, sum hava eina garasju úti í útjaðaranum í Havnini, tykur fáa 10.000 krónur at keypa øl fyri, bara tykur býta tað út til øll í gøtuni."

- Hevur nakar í verðini hoyrt, at ein flokkurin fer út og spesialiserar sjeg í, at ólavsøkan skal haldast í bilgarasjum runt umkring, enntá á Velbastað og í Kollafirði?

- "Tykur fáa 10.000 krónur at keypa øl fyri, bara mann er sikkur í, at øll drekka."

- Hetta er Fólkaflokkurin, sum heldur ólavsøkuna. Soleiðis heldur Fólkaflokkurin ólavsøku. Tað má jeg siga, at tað undrar mjeg stórliga, at mann er komin hartil, at ein flokkur sigur, at "okur býta 10.000 krónur út til at halda ólavsøku við."

- Men hetta er bara begynningurin. Nú fer mann at siga, at allar barrir í Havn skulu hava erstatning, viss tey koyra fólk út klokkan 02. 

- Men sum sagt, jeg dugi ikki at síggja munin á at fara út klokkan 02 og so klokkan 04. Jeg haldi, at tað er størri vandi klokkan 01 um náttina enn klokkan 04 um morgunin, tí at tað er ein stórur kjansur fyri, at mann er minni aktivur, tá klokkan er blivin fýra-fimm, enn tá klokkan er 02, segði Henrik Old.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald