back-icon

01.08.2020 15:51

- Eri eg blivin ein gamal grísur ella ganga damurnar ov niðurringaðar á ólavsøku?

Ein eldri lurtari, sum býr mitt í Havn, og sum er fastur fúsur á ólavsøku, sendi eitt hjartasuff til Kjakaríið í morgun, har hann gramdi seg um, at í ár vóru so nógvar ungar kvinnur í føroyskum búna, at hann kendi seg sum ein mjólkabónda á bygd

Savnsmynd: Jens Kr. Vang
01.08.2020 15:51 Jens Hákun Leo

Í Kjakaríinum í Útvarpinum í morgun varð kjakast dúgliga um føroyska búnan, og um føroysku kvinnubúnarnir eru blivnir ov niðurringaðir seinnu árini.

Ein eldri lurtari, sum býr mitt í Havn, og sum er fastur fúsur á ólavsøku, sendi eitt hjartasuff til panelið, har hann gramdi seg um, at í ár vóru so nógvar ungar kvinnur í føroyskum búna, at hann kendi seg sum ein mjólkabónda á bygd.

Hesin eldri lurtarin spurdi, um hann bara er blivin ein gamal grísur, ella um tær føroysku kvinnubúnarnir eru blivnir alt ov niðurringaðir.

Panelið tyktist ikki heilt at skilja trupulleikan hjá hesum eldra lurtaranum. Serliga ikki kvinnurnar í panelinum.

Elin Heinesen spurdi, um tað skal vera ábyrgdin hjá kvinnunum ikki at øsa menninar. Hon vísti á, at tað er bara gott, at føroyskar kvinnur eksperimentera við búnanum.

- Eg haldi ein av grundunum til, at siðvenjan er so livandi, sum hon er, er nettupp tað, at mann gevur sær sjálvum loyvi til at seta sítt egna persónliga preg á búnan.

- Viss tað var alt for stívt, so trúgvi eg, at nógv høvdu ikki tímað at farið í føroysk klæði. So høvdu vit endað akkurát sum í Danmark, har tað bara eru nøkur heilt fá, sum brúka, ja ikki tjóðarbúnar tí tað hava tey ikki har, men lokalar búnar, segði Elin Heinesen.

- Flestu búnarnir eru heilt vanligir

Elin Heinesen legði áherðslu á, at tað sær út til, at nógv venda aftur aftur til tað siðbundna, tá tey blíva eldri.

Hinvegin so hoyrir tað líkasum ungdóminum til at eksperimentera eitt sindur, segði hon víðari.

- Viss tú gongur í býnum, so sært tú nógv mest búnar, sum eru heilt vanligir. Tað eru bara nøkur fá, sum fara, tað sum onnur kanska vilja halda er út um mark.

- Tað drepur ikki siðvenjuna, og viss siðvenjan er so veik, at hon ikki tolir, at onkur eksperimenterar eitt sindur, ja so..., endaði Elin Heinesen, áðrenn verturin tók yvir.

Elin Henesen førdi fram, at nógvar kvinnur eru farnar at brúka føroysk klæði uttan turriklæði, serliga viss tað er heitt, og tað ger kanska, at bringan er eitt sindur meira sjónlig.

Ester Kristiansen helt, at mann er farin at seta føroyska búnan øðrvísi saman, og at mann torir betur. Hon helt ikki, at tað er nakið ella berligt ikki at hava turriklæði á. 

- Ein kavalergongd er ikki at forakta

Heri Jacobsen sló fast, at ein kavalergongd er ikki at forakta. Hesum hevur hann mangan mist konsentratiónina av, viðgekk hann.

- Mann er mannfólk, ikki sannheit. So ein kavalergongd er ikki at forakta. Tá mann sær túsund kavalergangir koma spadserandi ímóti einum, so fellir eitt eyga viðhvørt niður á onkra kavalergongd, sum er nokkso sjónlig.

- Problemið er, sum Elin nevndi, at turriklæðið verður sjáldan brúkt, serliga millum ungar damur, og bristið er so mikið langt niðri, at kavalergongin kemur undan. Og viss turriklæðið so manglar, so er kavalergongin frí, og eg veit ikki, um tað er so pent. Eg havi mangan mist konsentratiónina av tí, lat ongan iva vera um tað.

- Í fyrstani helt eg tað vera øgiliga merkiligt at síggja ung konufólk í føroyskum klæðum við ongum turriklæði. Tað sá so nakið út. Men eg veit ikki. Eygað hevur vant seg við tað, og nú heldur mann, at tað er fínt, og at hatta er tað, tað er, segði Heri Jacobsen.

- Men onkur hevði nokk hugt, um eg fór í knæbuksum og einari netundirtroyggju og selum oman gjøgnum havnargøtur, legði Heri Jacobsen afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald