back-icon

29.09.2020 21:03

- Fleiri doyggja av fosturtøku uppá 10 dagar enn av korona higartil

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen taka umstrítt evni upp, nú ein millión fólk eru deyð av covid-19

(Mynd: Jens Kr. Vang)
29.09.2020 21:03 Hvat.fo

Nú miðlar bera tíðindi um, at ein millión fólk eru deyð av covid-19 kring heimin minna miðflokkamenninir Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen á hvussu nógv eru deyð av svongd og eisini vegna fosturtøku.

- Tað doyggja fleiri børn av fosturtøku uppá uml. 10 dagar enn hvussu nógv eru deyð av korona inntil víðari. Hugsa um hetta meðan tú vaskar tær um hendurnar, skrivar Steffan Klein Poulsen á Facebook.

Bárðir miðflokkamenninir vísa til tølini niðanfyri:

Tøl fyri 2020 higartil:

> 1  mió. deyð við Korona
~ 3  mió. deyð av svongd
~ 30 mió. deyð vegna fosturtøku

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald