back-icon

30.07.2020 14:43

- Fleiri hundrað føroyingar útihýstir frá ólavsøku

MEGD harmast um, at Kringvarpið ikki hevði undirtekst til ólavsøkusetanina og alla gudstænastuna ólavsøkudag

Ólavsøkusetanin 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)
30.07.2020 14:43 Jens Hákun Leo

MEGD, sum er ein felagsskapur, sum arbeiðir fyri umstøðunum hjá fólki, ið bera brek, harmast um, at Kringvarpið ikki hevði undirtekst til ólavsøkusetanina og alla gudstænastuna ólavsøkudag.

MEGD ger greitt, at hetta má gerast betri næsta ár.

Eingin teknmálstulkur var tøkur í ár, og tí var eingin tulkur til setanina. Undirtekstur var heldur ikki, og dagin eftir var sama skilið, tá ein stórur av ólavsøkugudstænastuni var uttan undirtekst.

Hetta er follið MEGD fyri bróstið.

- Hetta er tíðin, tá ið føroyingar savnast um ólavsøkuna, og tá ið Føroya Løgting verður sett. Her eiga tey, ið ikki hoyra nóg væl, at fáa møguleika at vera við, undirstrikar MEGD.

- Verturin í KvF bjóðar føroyingum úti og heima vælkomnum til setanina av ólavsøkuni. Við ongum teknmálstulki á Vaglinum og ongum teksti á skíggjanum eru fleiri hundrað føroyingar útihýstir. Hugstoytt er at missa vunnin rættindi, sigur MEGD.

MEGD vísir á, at gudstænastan ólavsøkudag var enn ein avbjóðing.

- Tey, ið ikki hoyra, máttu bíða í 32 minuttir inn í sendingina eftir av og á teksti. Við tekstingini verður gloymt, at tekstast má frá byrjan. Eisini til dømis bønir, teksturin fyri dagin, og tað, sum frásøgufólkið sigur.

- Tá ið tingið var sett, var røða løgmans tekstað, men ikki tað, sum tingformaðurin segði.

- Hetta skal gerast betri í 2021, slær MEGD fast.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at MEGD harmast um, at deyv og tunghoyrd ikki fáa møguleika at fylgja við ólavsøkuni í Kringvarpinum.

Á ólavsøku í fjør hartaði felagsskapurin myndugleikarnar fyri at "útistongja deyvum og tunghoyrdum frá øllum tí, sum tjóðin savnast um". MEGD helt, at her var talan um brot á grundleggjandi mannarættindi.

- Deyv og tunghoyrd vóru púra útistongd frá øllum tí, tjóðin savnast um í dag. Sjálvt tá ið løgmaður útskrivaði val. Ongin tekstur og eingin teknmálstulking. Hetta er brot á grundleggjandi mannarættindi, undirstrikaði MEGD fyri einum ári síðani.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald