back-icon

10.07.2020 16:53

- Fólk góðtaka tað ikki tá eg sigi at eg ikki vil hava børn

Danska realitystjørnan Nikita Klæstrup hevur gjørt greitt, at hon ætlar sær ikki at fáa børn

(Mynd: Woman.dk)
10.07.2020 16:53 Jens Hákun Leo

25-ára gamla Nikita Klæstrup, sum er kend innan danska realityheimin, undirstrikar, at hon er troytt av at verða spurd, nær hon ætlar sær at fáa børn.

Hetta er ein spurningur, sum hon fær javnan, sigur hon. Bæði frá familjulimum, starvsfeløgum og vinum og kenningum annars.

Svarið hjá henni verður aldrin góðtikið.

- Tá eg svari, so verður tað ongantíð góðtikið. Tað stendst altíð kjak burturúr. Sjálvt tá samrøðan endar, so endar samrøðan við, at "tú skalt nokk koma uppá aðrar tankar," ella "tú hevur tíð at broyta meining," segði Nikita Klæstrup í sendingini "Go' aften LIVE".

Nikita Klæstrup hevur gjørt greitt, at hon ætlar sær ikki at fáa børn. Hon heldur, at spurningurin um børn er sera eymur. Summar kvinnur kunnu ikki fáa børn, og tí kann tað vera særandi at verða spurdur um hetta, sigur hon sambært tv2.dk.

[object Object]

[object Object]

Nikita Klæstrup (Mynd: seoghoer.dk)

- Summar kvinnur hava skrivað til mín og greitt frá, at tær ikki føla, at tær kunnu taka sær av uppgávuni at vera mamma orsakað av umfatandi sjúku hjá teimum sjálvum og í teirra familjum. Og tær føla heldur ikki, at tær vilja føra síni genir víðari. Hetta er ein sera eymur spurningur fyri nógv menniskju, slær Nikita Klæstrup fast.

- Børn eru ein varandi ábyrgd

Danska heilsustýrð sendi í juni mánaði tilmæli til hoyringar viðvíkjandi barnsburðarumsorgan. Eitt av tilmælunum var, at læknar eiga sjálvbodnir at spyrja kvinnur í aldrinum 18-30 ár, um tær ætla at fáa sær børn. Hetta sjálvt um kvinnurnar koma til lækna í heilt øðrum ørindum. 

Hetta fekk Nikitu Klæstrup at seta seg við knappaborðið:

- Latið okkum ímynda okkum, at eg hvørki hevði eina tatovering ella ein hund, og at eg so segði, at "eg skal aldrin hava eina tatovering." So høvdu fólk nokk sagt "skilagott, tí at tatoveringar fáast ikki av aftur, og kanska hevði tú skift meining." Og um eg segði, at "eg skal aldrin hava ein hund," so høvdu fólk nokk sagt "skilagott, tí at ein hundur er ein stór ábyrgd, og tú kemur at missa nógv frælsi við at skula passa uppá hann." Gita, hvat ið eisini er rímiliga f...ing varandi og ein f...ing stór ábyrgd. Børn!

[object Object]

Nikita Klæstrup (Mynd: seoghoer.dk)

- Fólk síggja tað (at fáa børn) sum eitt nátúrligt næsta stig. Eg haldi, at vit skulu vera opin fyri, at tað ikki er eitt nátúrligt næsta stig hjá øllum, heldur Nikita Klæstrup.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald