- Føroyar bera seg rætt at í stríðnum ímóti Covid-19
Landslæknin vísir á, at tað hevur týdning fyri valdu strategiina, at Føroyar liggja so fjarskotnar frá øðrum londum
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er ikki samdur við fatanini hjá Lone Simonsen, professara í fólkaheilsufrøði á Roskilde Universitet, um at mann ikki eigur at fylgja tilmælunum frá heimsheilsustovninum WHO í stríðnum ímóti Covid-19.
Landslæknin tykist harafturímóti halda, at tað er skilabest at royna at byrgja koronasmittuna inni í mest møguligan mun.
WHO hevur kritiserað Danmark fyri ikki at fylgja sínum tilmælum í nóg stóran mun. Lone Simonsen vísir tó á, at tað er ein orsøk til, at danir hava valt at ganga egnar leiðir.
- WHO sigur, at vit skulu kanna, kanna og kanna. Vit skulu finna allar tilburðir, sum eru, isolera og finna fram til, hvønn tey hava verið í samband við, og isolera tey. Hetta riggar sera væl til sjúkur sum Ebola og SARS. Hetta var mátin, mann steðgaði SARS uppá í 2003, og meira ella minni Ebola í 2014 til 2016.
Men hetta er ikki rætta strategiin í mun til koronavirus, heldur Lone Simonsen.
- Eg haldi, at strategiin hjá WHO er tann skeiva í mun til hetta virusið, sum vit skilja tað nú. Hetta er ikki ein strategi, man nakrantíð hevði brúkt upp á eina pandemi-influensu. Hendan pandemiin, sum er í gongd, minnir nógv meira um pandemi-influensu, enn hon minnir um SARS og Ebola.
- Um man gjørdi, sum WHO segði, og tað eydnaðist við tiltøkunum, fóru vit í aðru bylgju av sjúkuni uttan nakran immunitet í fólkinum, og so skal man halda fram við hesum í langa tíð, sigur Lone Simonsen við DR.
Les meira: Fer at taka ov langa tíð áðrenn immunitetur er í fólkinum og smittan steðgar
Føroyar fylgja tilmælunum frá WHO, men burdu føroyingar heldur gjørt sum danir?
Lars Fodgaard Møller, landslækni, metir at føroyskir myndugleikar bera seg rætt at í stríðnum ímóti koronasmittuni. Hann vísir á, at tað hevur týdning fyri valdu strategiina, at Føroyar liggja so fjarskotnar frá øðrum londum.
- Síðan farsóttin byrjaði, hava vit havt dagligt samskifti við danskar serfrøðingar, og teir mæla okkum til halda fram við báðum framferðarhættunum (at kanna so nógv fólk sum gjørligt og at hava samfelagið afturlatið, red).
- Orsøkin til hetta tilmælið er, at Føroyar eru í einari serligari støðu í mun til at byrgja smittuna inni sum eitt lítið samfelag langt úti í Atlantshavinum, sigur landslæknin.
Landslæknin viðurkennir tó, at tað er trupult at vita, hvat tað rætta er at gera, tá eitt nýtt virus sær dagsins ljós.
- Tað er bara hent nakrar fáar ferðir, at eitt nýtt virus hevur sæð dagsins ljós, men tað hevur helst aldrin verið so álvarsamt sum nú, sigur hann.
Tað hevur sínar orsøkir, at Føroyar ikki hava valt at royna at uppnáa floksimmunitet.
Fara vit eftir floksimmuniteti, ella at gerast mótstøðufør, so fer tað at kosta ov nógv mannalív, metir landslæknin.
Í staðin royna føroyskir myndugleikar tí at byrgja smittuna inni sum longst, so at mann fær tíð at finna eitt munagott koppingarevni.
- Tað er ikki semja um, hvørt mann skal royna at uppnáa floksimmunitet, tá tað kemur til Covid-19. Ein av orsøkunum til tað er, at tað fer at kosta ov nógv mannalív.
- Nøkur lond, eitt nú Føroyar, hava tí í mest møguligan mun roynt at byrgja smittuna inni. Hetta hevur verið í vónini um, at innibyrgingin fer at keypa okkum tíð, so at vit kanska megna at finna eina munagóða viðgerð til tey sjúku og seinni eina vaksinu, sum kann loysa trupulleikan, sigur landslæknin.
Lars Fodgaard Møller vísir á, at í Danmark kemur tann fyrsta bylgjan av koronavirusinum at raka 20% av landsins íbúgvunum. Hetta er sambært honum ikki nóg mikið til at forða eini nýggjari bylgju.
Landslæknin slær fast, at vit í Føroyum bera okkum rætt at í stríðnum ímóti Covid-19.
- Vit halda, at vit gera tað rætta, og um vit eru nóg dugnalig, so kunnu vit halda talið á teimum, sum doyggja, so langt niðri sum til ber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald