back-icon

11.03.2022 22:43

- Havi ikki neyðtikið nakran

Teitur Skoubo, sum er ákærdur í neyðtøkumáli í Danmark, vísir aftur, at hann skal hava neyðtikið nakran. Hetta er ringasta marran hjá øllum monnum, sigur hann

Teitur Skoubo vann Paradise Hotel í 2019 (Skíggjamynd: Viaplay)
11.03.2022 22:43 Sverri Egholm

- Takk til tey, sum kenna meg so mikið at vita, at hesa ákærurnar ikki eru sannar. Hetta er ringasta marran hjá øllum monnum.

Soleiðis skrivar Teitur Skoubo til sínar 138.000 fylgjarar á Instagram, nú miðlar í vikuni hava skrivað um, at hann av løgregluni er ákærdur í einum neyðtøkumáli.

Eitt neyðtøku mál, sum skal vera farið fram í Odense í november.

Ekstrablaðið, sum hevur fingið innlit í ákæruritið skrivar, hann hann skal hava sligið eina 25 ára kvinnu fýra til fimm ferðir í høvdið, og eftir hetta noyddi hann hana í eina song, og hevði samlegu við henni.

Hetta skal vera farið fram, hóast kvinnan hevur sagt “steðga”, “nei” ella líknandi.

Men havnarmaðurin noktar seg sekan, og undrast eisini á, at fleiri miðlar hava valt at skriva um málið áðrenn tað er komið fyri í rættinum.

- Eg havi bara tosa við míni nærmastu um hetta, og tískil havi eg ikki deilt nakað her, skrivar Teitur Skoubo á Instagram.

- Eg fari ikki í smálutir í málinum til tað er liðugt, og eg eri eisini ovfarin av, at fleiri miðlar hava valt at skriva um málið. Teir (miðlarnir, red.) vita væl hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri meg, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri teir, tá eg verði fríkendur.

- Eg havi ongantíð neyðtikið nakran. Eg havi ongantíð, ínóti samtykki hjá einari kvinnu, hildið fram fram við einari samlegu ella annað tílíkt.

- Lat rættvísi vinna í rættinum, skrivar Teitur Skoubo.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald