- Hetta hevur verið ræðslan í áravís
Hendingin í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið hevur loypt hvøkk á mong, harímillum Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi, sum sigur, at í gjárkvøldið hendi tað, sum ikki mátti henda

Um hálvgum níggju-tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum bili, sum var staddur í Árnafjarðartunlinum.
Bilurin varð uppkolaður, men tey seks fólkini, sum vóru í bilinum, sluppu úr honum í øllum góðum, og tey sluppu eisini undan at fara á sjúkrahús.
Les meira: Bilurin uppkolaður, men fólkini hava tað gott (portal.fo)
Hendingin hevur loypt hvøkk á mong, harímillum Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi.
Miðflokkatingmaðurin er skelkaður av hendingini. Hann sigur, at hetta hevur verið ræðslan í áravís.
- Í gjárkvøldið hendi tað, sum ikki mátti henda. Vit hava verið bangin fyri hesum øll hesi árini, og mann kann ikki siga annað enn, at vit standa málleys í dag.
Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Jens Kristian Vang)
- Hetta er ein sera óhugnalig støða, men hinvegin so eri eg takksamur fyri, at fólkini sluppu út í øllum góðum, og at hendingin spældi lutfalsliga væl av, sigur Steffan Klein Poulsen.
Steffan Klein Poulsen vísir á, at støðan hevði kunnað verið nógv meira álvarsom, um eldur var komin í fyrr um dagin.
- Tað hevði kunnað verið kaos, um eldur var komin í ímillum klokkan fýra og seks í meldurtíðini. Fyri ikki at tala um, um eldur var komin í ein skúlabuss.
- Trygdin í tunlunum er als ikki nøktandi. Hon er so at siga eingin í einari slíkari støðu sum í gjárkvøldið, undirstrikar Steffan Klein Poulsen.
Nýggir tunlar bodnir út í ár
Miðflokkatingmaðurin heldur fyri, at tað var margháttligt, ella ein "spesiell timing" sum hann málber seg, at tað, sum hendi í gjárkvøldið, skuldi henda júst nú, eftir at tað kom fram fyrr í vikuni, at tunlarnir Norður um Fjall verður bodnir út í ár.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur sagt, at hann vónar, at fyrsta skotið verður í hesum árinum, og tað vónar Steffan Klein Poulsen eisini.
- Vit fara at gera okkara ítarsta fyri, at vit kunnu byrja uppá tunlarnar í vetur. Nýggir tunlar er einasta loysnin, slær Miðflokkatingmaðurin fast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald