back-icon

27.07.2020 21:00

- Kann ikki siga annað enn "Glory Glory Man United"

Katrina Maria Christiansen úr Havn hevur ilt við at halda kenslunum aftur eftir 2-0 sigurin hjá Manchester United í gjár

(Mynd: katrina.maria, Instagram)
27.07.2020 21:00 Jens Hákun Leo

Katrina Maria Christiansen úr Havn er í góðum hýri í dag, eftir at Manchester United í gjár spældi seg í Champions League bólkaspælið næsta kappingarár.

United vann 2-0 á útivølli ímóti Leicester City við málum frá Bruno Fernandes og Jesse Lingard, og hetta tryggjaði teimum Reyðu Djevlunum eitt 3. pláss í Premier League og harvið eisini Champions League-luttøku næsta kappingarár.

Katrina Maria, sum umframt at vera modell eisini er íðin United fjeppari, hevur sum vera man ilt við at halda kenslunum aftur í dag.

- Vit gjørdu tað!!! Eg eri framvegis ovurfegin. Hvat meira kann eg siga enn "Glory, Glory, Manchester United", heldur Katrina Maria fyri á Instagram.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Katrina Maria Christiansen (Myndir: katrina.maria, Instagram)

Við meira enn 70.000 fylgjarum er Katrina Maria millum størstu føroyingarnar á Instagram.

Katrina Maria, sum til dagligt býr í Keypmannahavn, har hon arbeiðir fyri veddingarfyritøkuna Mr. Green, er av fleiri útlendskum miðlum kosin at vera lekkrasti United-fjepparin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald