back-icon

14.08.2020 14:49

- KVF gevur fólki sum eta gras fría talu til at rakka okkara grindadráp niður

Símun á Høvdanum, eigari av Norðoyaportalinum, langar út eftir bæði Michael Monberg, Kringvarpi Føroya og vegetarum sum heild

Símun á Høvdanum (Savnsmynd)
14.08.2020 14:49 Jens Hákun Leo

Tað er follið summum fyri bróstið, at Kringvarp Føroya í gjár hevði eina longri samrøðu við Michael Monberg, sum er forpersónur í nýstovnaða politiska flokkinum í Danmark, Veganerpartiet. 

Michael Monberg ynskir at steðga grindadrápi, og hann hevur verið í Føroyum hesar síðstu dagarnar og talað sína søk, millum annað í Summartímanum í Kringvarpinum.

[object Object]

Michael Monberg úr Veganaraflokkinum

Ein av teimum, sum ikki er so blíður um hetta, er eigarin av Norðoyaportalinum, Símun á Høvdanum.

Símun á Høvdanum langar út eftir bæði Michael Monberg, Kringvarpi Føroya og vegetarum sum heild.

- Nú Kringvarp Føroya gevur fólki, sum eta gras (vegetarum), fría talu, so at tey ótarnaði sleppa at rakka okkara grindadráp niður, so haldi eg, at hendan tekningin hjá lítlabeiggja sigur alt, sigur Símun á Høvdanum við tilvísing til eina tekning hjá Jógvani á Høvdanum, yngra, sála (sí tekning niðanfyri).

Jógvan á Høvdanum, yngri, sáli, metti at Sea Shepherd einans var áhugað í at tjena pengar, tá ið Sea Shepherd á sinni var í hornatøkum við føroyska bólkin Týr, tí at forsangarin í bólkinum, Heri Joensen, hevði luttikið í grindadrápi.

[object Object]

Símun á Høvdanum er ikki ósamdur við beiggja sínum:

- Hetta gongur bara út uppá eitt, og tað er at fáa pengar og makt yvir okkum, sigur hann á Facebook. 

Les meira: Danskir veganarar í herferð móti grind (portal.fo)

Eigarin av Norðoyaportalinum hevur eina greiða áheitan til bæði Michael Monberg og Kringvarp Føroya:

- Bið handan danan fara til Kina og mótmæla um hundadrápini har. Tað torir hann ikki, hasin ræðuskíturin, tí at hann veit, at hann verður blakaður í fongsul og verður bukaður av. Her sleppur hann í Útvarp Føroya at rakka okkum føroyingar niður í yvir 10 minuttir.

- Kringvarp Føroya, takið tykkum saman fyri Guds skyld, sigur Símun á Høvdanum.

Útmeldingin hjá Símuni á Høvdanum fær góða undirtøku ímillum fólk. Ein skrivar millum annað: "Púra samdur, Símun á Høvdanum. Hasar grashoppurnar eru líka skaðiligar og frekar sum navnar teirra. Menniskju, sum bert koma til Føroyar við einum endamáli, nevniliga at gera herverk á okkara matmentan, eiga ikki at fáa pláss í KVF yvirhøvur. Hasin politiski flokkurin av óvitum, sum liva av grasi og at roykja grønt, eru uttan iva Hampamenn, treyðugt so."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald