back-icon

12.06.2020 15:30

- Landsstýrið skal ikki bestemma náttar-og matstovulívið

1. viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett er á skránni í tinginum í dag

Brandur Sandoy, tingmaður hjá Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
12.06.2020 15:30 Jens Hákun Leo

Ein stórur meiriluti av løgtinginum er ímóti uppskotinum at geva landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen eina heimild til at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett.

Ein av teimum, sum er ímóti hesum uppskotinum, er Fólkafloksmaðurin Brandur Sandoy. Hann heldur, at tað er eitt ov víðgongt stig at geva landsstýrismanninum eina slíka heimild.

- Hetta er ein standandi heimild til landsstýrismannin til at gera fyri sovítt, sum hann vil innanfyri eitt ár. Tað meti eg er ein ov víttgangandi heimild at geva landsstýrismanninum, slær Brandur Sandoy fast.

- Eingin smitta er í samfelagnum í løtuni, og sjálvt um smittan kemur aftur í samfelagið, so er hetta ikki eitt nóg gott grundarlag til at geva landsstýrismanninum ein blankokekk til at bestemma náttar-og matstovulívið, sum hann vil, leggur Fólkafloksmaðurin afturat.

Samskifti er slagorðið hjá Brandi Sandoy:

- Eg mælti landsstýrinum til at taka upp samskifti við náttarlívið, soleiðis at mann fær eitt felags forstáilsi ímillum náttarlívið og landsstýrið um, hvussu landsstýrið vil hava, at náttarlívið verður skipað. Mær dámar betur samskifti, enn at mann fær eina lógarheimild til at buka onkran í høvdið við.

Hevði tú tikið við hesum uppskotinum, um tað kom í mars í byrjanini av koronatíðini?

- Viss mann ætlaði at fáa hesa lógarheimildina, so hevði mann momentum tá. Tú hevur ikki momentum í dag, tí at samfelagið er smittufrítt.

- Tað kann gott vera, at mann kanska fær momentum aftur, um so er, at smittan kemur aftur til landið og breiðir seg skjótt, men eg ivist í hesum. Mær dámar ikki, at mann tekur frælsið ov nógv frá fólki. Tað liggur ikki í mínari náttúru, staðfestir Brandur Sandoy.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald