back-icon

22.05.2020 17:30

- Nokk ikki realistiskt at gjøgnumføra Summarfestivalin í ár

Fyriskipararnir av Summarfestivalinum hava tosað við útlendsku bólkarnar um møguliga at flyta framførslurnar til næsta ár

Mynd: Jens Kr. Vang
22.05.2020 17:30 Jens Hákun Leo

Fyriskipararnir av Summarfestivalinum eru enn í eini bíðistøðu við, hvussu tað verður við festivalinum í ár.

Erik Biskopstø, fyriskipari, sigur, at soleiðis sum støðan er í løtuni, er ikki væntandi, at Summarfestivalurin verður í ár. Hann upplýsir, at festivalurin hevur verið í sambandi við útlendsku nøvnini, sum eftir ætlan skulu luttaka.

- Vit hava verið í dialogi við útlendsku bólkarnar, og vit hava greitt teimum frá, at í núverandi løtu er tað nokk tíverri ikki realistiskt at gjøgnumføra festivalin í ár.

- Vit hava so eisini tosað við útlendsku bólkarnar um møguliga at flyta framførslurnar til næsta ár.

[object Object]

(Savnmynd, Erik Biskopstø)

- Men hetta er so bara nakað, sum vit hava tosað um, og vit koma at melda út greitt, tá vit vita endaliga. Í løtuni eru vit í eini bíðistøðu, og vit vita enn einki um, hvussu tað heila verður, sigur Erik Biskopstø.

Eftir ætlan skulu millum annað Skid Row og Alan Walker framføra á Summarfestivalinum í ár. 

Møguliga ein føroyskur festivalur

Erik Biskopstø er ikki avvísandi yvirfyri tankanum at skipa fyri einum festivali við mest føroyskum og so møguliga nøkrum donskum nøvnum afturat.

- Tað er eisini tanki, sum vit hava spælt okkum við, at havt ein føroyskan festival við nøkrum donskum nøvnum afturat.

- Men sum sagt, vita vit einki í løtuni. Tað eru nakrar fáar vikur eftir, til festivalurin skal verða, og enn hava politikararnir ikki meldað nakað greitt út.

- Í Danmark meldaðu politikararnir greitt út beinanvegin, hvussu tað bleiv við festivalunum har í ár, men tað er týpiskt føroyskt, at tað heila skal vera so ógreitt, og at mann einki skal vita fyrr enn í síðstu løtu, slær Erik Biskopstø fast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald