back-icon

08.07.2020 15:34

- Ógjørligt at halda tilmælini tá tað er grind

Finnbogi Midjord, sýslumaður, er ikki samdur við Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, í at tað ber væl til at drepa grind uttan at bróta tilmælini um korona

Finnbogi Midjord, sýslumaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
08.07.2020 15:34 Jens Hákun Leo

Finnbogi Midjord, sýslumaður, er ikki samdur við Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, í at tað ber væl til at drepa grind uttan at bróta tilmælini um korona.

Sýslumaðurin ynskir tó ikki at seta seg upp ímóti ynskinum hjá landsstýrismanninum at halda grind til.

- Vit hava fingið ordrar frá landsstýrismanninum, og um hann sigur, at vit skulu drepa grind, so drepa vit grind. Tað er hetta, sum landsstýrið vil, og tí kann eg bara vísa til fiskimálaráðið í hesum føri, sigur Finnbogi Midjord, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um, at vit nú aftur kunnu drepa grind.

Finnbogi Midjord leggur dent á, at tað verður ikki bara sum at siga tað at drepa grind og samstundis halda tilmælini um korona.

- Eg havi úttalað meg um hetta fyrr, so fólk vita, hvat eg haldi. Men eg kann siga einaferð afturat, hvat eg haldi, nevniliga at hetta verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at handhevja, tí tað er ikki so einfalt at fáast við fólk. Serliga ikki tá tað er grind.

- Men sum sagt, hetta er so tað, sum landsstýrið vil, og vit hava bara eitt at gera, og tað er at lýða ordrar, undirstrikar Finnbogi Midjord.

Sýslumaðurin leggur afturat, at hann ikki fer at geva áskoðarum harraboð um at halda seg burtur, tá tað er grind.

- Eg kann ikki gera annað enn at minna fólk á at halda tilmælini. Meira enn tað kann eg ikki gera, sigur hann.

Jacob Vestergaard førdi fram í gjár, at um almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til.

Les meira: Grind eigur at verða hildin til (portal.fo)

- Eg haldi, tað er eyðsæð, at rakstur og dráp kann fara fram innan galdandi karmar í samband við korona/COVID-19, segði landsstýrismaðurin.

Í kjalarvørrinum av útsøgnini hjá landsstýrismanninum kunngjørdu sýslumenninir, at nú verður tað aftur loyvt at halda grind til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald