back-icon

28.07.2020 17:04

- Ov nógvir útlendingar og ov fáir føroyingar á ólavsøku

Tað vóru ikki líka nógv fólk, sum tað plagar at vera, tá ólavsøkan varð sett fyrr í dag. Tó var eitt sindur av fólki komið oman á Vaglið til setanina, harímillum ikki so fáir útlendingar

Randi Samsonsen og Eyvind Akraberg Hansen (Skíggjamynd, Kringvarp Føroya)
28.07.2020 17:04 Jens Hákun Leo

Tað vóru ikki líka nógv fólk, sum tað plagar at vera, tá ólavsøkan varð sett fyrr í dag.

Tó var eitt sindur av fólki komið oman á Vaglið til setanina, harímillum ikki so fáir útlendingar.

Ein, sum varnaðist hetta, var Eyvind Akraberg Hansen, sum tosaði við Kringvarpið beint eftir setanina.

Eyvind helt fyri, at ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn vant á tann hátt, at tað verður minni fysisk kontakt og meira frástøða enn undanfarin ár.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Ólavsøkusetanin í dag (Myndir: Jens Kr. Vang)

Eyvind vísti eisini á trupulleikan við, at tað eru so nógvir útlendingar í býnum í hesum døgum. Hann legði upp til, at landið ikki átti at verið so opið fyri útlendingum, sum tað er, orsakað av koronasmittuni.

- Man hevur tað allatíðina í huganum, at smittan kann vera herbeint. Serliga tí at vit síggja, at annarhvør persónur her er útlendingur.

- Eg havi einki ímóti útlendingum, men eg vildi ynskt, at vit vóru fleiri føroyingar og færri útlendingar hesa ólavsøkuna, segði Eyvind Akraberg Hansen við Kringvarpið.

Randi Samsonsen, makin hjá Eyvind, var samd og segði seg vóna, at fleiri føroyingar fóru at koma í sving seinni, sum hon málbar seg.

- Eg eri heilt avgjørt samd. Men tá tað so er sagt, so skulu tey (útlendingarnir, red) vera vælkomin her.

- Kanska føroyingarnir koma í sving seinni. Ella tað kann mann vóna, helt Randi fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald