back-icon

16.07.2020 19:31

- Psykopatarnir í donsku Føroyum halda fram við sínum kensluleysu seriumorðum

Paul Watson, oddamaður í Sea Shepherd, er ikki blíður eftir grindadrápið í Hvalba í gjár

Paul Watson (Savnsmynd)
16.07.2020 19:31 Jens Hákun Leo

Tað er sum vera man ikki farið aftur við borðinum, at 252 hval og 35 springarar løgdu beinini í Hvalba í gjárkvøldið.

Ein av teimum, sum er vreiður eftir drápið í gjár, er oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson.

Paul Watson hevur sett seg við knappaborðið, og hann finst at føroyingum fyri at drepa grind, meðan ein altjóða farsótt herjar.

[object Object]

[object Object]

Myndir frá grindadrápinum í Hvalba í gjárkvøldið

- Sjálvt um ein farsótt herjar kring allan knøttin í løtuni, so halda teir blóðtystu psykopatarnir í donsku Føroyum fram við sínum kensluleysu seriumorðum, skrivar Paul Watson millum annað á Facebook.

Paul Watson steðgar ikki so:

- Meðan heimurin er nær við at fara av knóranum og stríðist ímóti eina altjóða farsótt, samstundis sum hann eisini stendur yvirfyri eini óvissari framtíð orsakað av veðurlagsbroytingum, so vilja tey fákunnugu og hugmóðigu fólkini í danska økinum ikki lata umhvørvisligar sannroyndir oyðileggja teirra ræðsluvekjandi trongd eftir sadistiskum morðum, skrivar Sea Shepherd oddamaðurin víðari.

Paul Watson heldur eisini, at grindadrápið er eitt ritualiserað slakt, sum eitt ávíst fólkaslag stendur fyri, ið heldur seg hava rætt til at fremja slíkar sadistiskar og ógvusligar gerðir, so at tað kann sleppa av tær frustratiónir, sum tað hevur í sínum neyðarsliga lívi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald