back-icon

09.05.2020 09:38

- Skal síggjast aftur at vit eru í samgongu

Unga Samband fekk nýggjan formann fyrr í vikuni

09.05.2020 09:38 Jens Hákun Leo

Nýggi formaðurin í Unga Sambandinum, 21-ára gamli Birgir Ferjá Heldarskarð er væl nøgdur við verandi samgongu, sum Sambandsflokkurin er partur av. Ungi klaksvíkingurin ætlar sær tó sum nývaldur formaður at økja um tiltøk og annað viðkomandi fyri ung politisk áhugað.

- Unga Samband er eitt stórt ungmannafelag, og tað skal síggjast aftur í tiltøkum og í luttøku av ráðstevnum, sigur hann.

- Sambandsflokkurin er stutt síðani komin í samgongu, og tá er týdningarmikið, at vit ikki slakka av. Tað skal síggjast aftur í ungmannafelagnum, at vit eru í samgongu, og at vit trívast við politikkinum, ið verður førdur.

Nýggi formaðurin heldur fyri, at tað týdningarmiklasta málið hjá sær er tað sama sum hjá bæði fyrrverandi og komandi formonnum og forkvinnum: nevniliga at sannføra ung um, hví Sambandsflokkurin er tað rætta staðið at seta sín kross. 

- Seinasta árið eru nógvir nýggir limir komnir til felagið, og eg vóni, at eg fái hildið fram við góðu gongdini. Hóast eg havi sett mær ymisk mál sum nýggjur formaður, so fari eg at arbeiða í  tráð við hugsjónirnar hjá flokkinum. Tað er og verður altíð tað mest umráðandi hjá einum formanni at umboða og virða sín flokk, sigur Birgir Ferjá Heldarskarð.

Kann ikki vera annað enn væl nøgdur

Birgir heldur, at Sambandsflokkurin fær nógv av sínum politikki ígjøgnum í verandi samgongu.

- Eg eri væl nøgdur við samgonguna, sum vit eru partur av. Sambandsflokkurin liggur á politiska spektrunum so væl fyri, at vit fáa samstarvað eins væl við nærum allar flokkar. Ein góð samgonga fyri Sambandsflokkin er ein samgonga, har vit fáa nógv av okkara politikki ígjøgnum. Tað haldi eg sæst aftur í hesari samgonguni, um mann hyggur at samgonguskjalinum og eftir býtinum av landsstýrisfólki. Tí kann eg ikki vera annað enn væl nøgdur, slær Birgir fast.

Góðskutrygging av útbúgvingum

Nývaldi formaðurin er serliga væl nøgdur við, at samgongan ætlar at gera Føroyar til land nummar 49 í samstarvinum viðvíkjandi Bologna deklaratiónini. 

- Bologna deklaratiónin hevur nógva fyrimunir við sær. Ein teirra er, at Bologna sáttmálin riggar sum ein góðskutrygging. Millum londini, ið eru partur av Bologna sáttmálanum, er millum annað Danmark. Tí kann tað vera ein beinleiðis fyrimunur at fara til Danmarkar at lesa heldur enn at vera verandi í Føroyum. Soleiðis skal tað ikki vera, undirstrikar Birgir.

- Føroyar fer neyvan at hava eins stórt margfeldni innan lestur sum eitt nú Danmark av tí einfaldu orsøk, at vit eru ov fá fólk. Men tær útbúgvingarnar, ein kann taka í Føroyum, skulu til eina og hvørja tíð hava allarbestu góðsku. Tí eri eg sera væl nøgdur við ætlanina at gerast partur av Bologna-avtaluni.

Nýggja nevndin í Unga Sambandinum sær soleiðis út:

Formaður: Birgir Ferjá Heldarskarð
Næstformaður: Petur Hansen
Kassameistari: Alvi Jespersen
Skrivari: Linnéa L. Petersen
Nevndarlimur: Anna Falkenberg

Tiltakslimir:
Eyðbjartur S. Skaalum
Eydna Gleðisheygg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald