back-icon

10.07.2020 13:02

- Sýslumenn skulu ikki ganga og stúra fyri grindaboðum

Heri Petersen, grindaformaður í Skálabotni, heldur, at tað ber væl til at sleppa undan stórum fólkamongdum, tá grindadráp eru

Heri Petersen, grindaformaður
10.07.2020 13:02 Jens Hákun Leo

Heri Petersen, grindaformaður í Skálabotni, heldur lítið um, at sýslumenn kring landið ganga og stúra fyri, at grindaboð verða.

Heri Petersen er av tí sannføring, at tað ber væl til at sleppa undan stórum fólkamongdum, tá grindadráp eru.

Fyrr í vikuni førdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fram, at um almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til.

Í kjalarvørrinum av hesi útsøgnini hjá landsstýrismanninum kunngjørdu sýslumenninir, at nú verður tað aftur loyvt at halda grind til.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, er tó ikki heilt álvuligur við støðuna. Hann leggur dent á, at tað verður ikki bara sum at siga tað at drepa grind og samstundis halda tilmælini um korona.

- Eg havi úttalað meg um hetta fyrr, so fólk vita, hvat eg haldi. Men eg kann siga einaferð afturat, hvat eg haldi, nevniliga at hetta verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at handhevja, tí tað er ikki so einfalt at fáast við fólk. Serliga ikki tá tað er grind.

Les meira: - Ógjørligt at halda tilmælini tá tað er grind

Heri Petersen heldur hinvegin, at tað finnast hættir at loysa hendan trupulleikan. Ein av hesum er at lata alt fara til heimapartar.

- Her sleppa vit undan, at fólk møta í stórum tali at taka ímóti seðlum og at skera upp.

- Hesari uppgávuni tekur kommunan sær av, og hon hevur góðan møguleika at skipa arbeiðið, soleiðis at smittuvandin er lítil og eingin.

- Og skuldi tað viljað illa til, so er nemt at uppspora, sigur grindaformaðurin.

Heri Petersen vísir á, at ein annar møguleiki kundi verið í samband við drápspartar, at seðlarnir verða innskannaðir og lagdir út á netið.

- So kunnu fólk sjálvi fylgja við og síggja, hvønn hval tey hoyra til.

- Møguleikarnir eru fleiri. Tað er bara at koma í gongd. Alt er møguligt, um viljin er til staðar, slær grindaformaðurin fast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald