back-icon

09.07.2020 14:45

- Talið á ferðafólki 12-15 prosent av tí sum var í fjør

Nógvir danir eru at síggja í gøtunum í Havn í hesum døgum, og eisini nógvir íslendingar og onkrir týskarar. Talið á ferðafólki er tó als ikki á sama støði, sum tað var um somu tíð í fjør, upplýsa tey á Guide to Faroe Islands

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
09.07.2020 14:45 Jens Hákun Leo

Hjá Guide to Faroe Islands, sum er ein portalur, ið savnar øll tey mongu tilboðini, sum føroyskir veitarar bjóða ferðafólkum, merkja tey, at ferðavinnan so smátt er við at at taka dik á seg aftur eftir koronatíðina.

Nógvir danir eru at síggja í gøtunum í Havn í hesum døgum, og eisini nógvir íslendingar og onkrir týskarar.

Talið á ferðafólki er tó als ikki á sama støði, sum tað var um somu tíð í fjør, upplýsa tey á Guide to Faroe Islands.

Tey meta leysliga, at talið á ferðafólki, sum eru í landinum í løtuni, er 12-15 prosent av tí, sum var um somu tíð í fjør.

- Vit hava sæð, at nógvir danir eru komnir til landið, og eisini onkrir týskarar. Tó er tann stóri marknaðurin, sum mann hevur roynt at nátt út til hesi síðstu árini, nevniliga USA, fráverandi í ár, og vit vænta ikki, at nakrir amerikanarar koma til landið í ár, siga tey á Guide to Faroe Islands. 

Nógv av teimum ferðandi, sum eru komin til Føroya, síðan landið lat uppaftur fyri ferðafólki í juni, eru ferðandi, sum hava bókað ferðaseðil nakrar fáar dagar, áðrenn tey eru komin til landið.

- Vit hava sæð nógv ferðandi, sum hava bestilt bilett til Føroya í síðstu løtu, og sum eru komin her spontant, tí at tað ikki hava verið so nógvir aðrir møguleikar.

- Hetta eru kanska fólk, sum hava viljað komið til Føroya leingi, men sum ikki hava fingið upp í lag at koma higar, av tí at tey altíð havt aðrar møguleikar, sum kanska hava verið meira lokkandi, siga tey á Guide to Faroe Islands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald