back-icon

27.07.2020 14:41

- Tey flestu ungu undir 18 ár skikka sær væl um kvøldarnar

Óli Rubeksen, ið er SSP-ráðgevi, heldur ikki, at almenningurin fær eina rættvísa mynd av teimum ungu undir 18 ár frá politinum og miðlunum

Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi
27.07.2020 14:41 Jens Hákun Leo

Í vikuskiftinum frættist, at løgreglan hevði sæð nógv ungfólk undir 18 ár ganga ávirkaði rundan um skeinkistøðini í miðbýnum í Havn.

Summi teirra sóu út til at vera ávirkaði av øðrum enn alkoholi, og ein ungur drongur var so illa fyri, at hann mátti sendast á Landssjúkrahúsið, skrivaði Portal.fo.

Les meira: Løgreglan: Haldið eyga við tykkara børnum (portal.fo)

Í trimum førum mátti løgreglan traðka til í sambandi við hendingar, sum høvdu við fólk undir 18 ár at gera.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir í dag, at talan var um tilsamans fimm ungfólk, sum løgreglan mátti taka sær av í vikuskiftinum.

Løgreglan veit ikki, hvørjum tey ungu fólkini vóru ávirkaði av.

- Hetta er ikki ein sak fyri politiið. Hetta er ein sak millum SSP og foreldrini, sigur vakthavandi stutt og greitt í dag.

Finst at politinum og miðlum

Óli Rubeksen, ið er SSP-ráðgevi, heldur ikki, at almenningurin fær eina rættvísa mynd av teimum ungu undir 18 ár frá politinum og miðlunum. Hann fílist á politiið og miðlarnar í hesum føri.

- Fyri tað fyrsta so stendur ikki í hasi greinini (sí leinkju omanfyri), hvussu nógv í tali tey ungu vóru. Tað stendur heldur ikki, hvussu gomul tey vóru. Vóru tey 17 og eitt hálvt ár, vóru tey 16 ár, ella vóru tey 13 ár?

- Fyri tað næsta so haldi eg, at tað er vandamikið at fara út og pástanda, at fólk hava verið ávirkaði av hesum ella hasum rúsevninum, tá tað ikki kann prógvast.

- Tað er ikki góður stílur av løgregluni, men tað kann vera, at tann, sum hevur úttalað seg til miðlarnar sunnumorgunin, hevur verið frustreraður eftir eina strævna nátt til arbeiðis, sigur Óli Rubeksen.

- 80 prosent skikka sær væl

Óli Rubeksen vísir á, at nógv tey flestu av teimum ungu undir 18 ár skikka sær væl, tá tey eru úti um kvøldarnar.

- Eg haldi, at tey flestu av okkum kenna til 80-20 lutfallið. Eg meti í hesum føri, at 80 prosent av teimum ungu, sum eru undir 18 ár, skikka sær væl, tá tey eru úti um kvøldarnar.

- Men so eru tað hini 20 prosentini. Tað eru tey, sum skapa yvirskriftirnar, og tað kann vera trupult at hava við at gera, tí at nøkur ung eru bara meira váðafús enn onnur og taka kjansir, sum tey ikki skuldu tikið.

- So samanumtikið er vavið av ungum undir 18 ár, sum hava verið meira ávirkaði enn gott er, ikki so ógvusligt, sum mann kann fáa eina fatan av, um mann lesir tíðindini sunnumorgnar.

- Men sjálvandi, fyri tey foreldur og avvarðandi sum tað rakar, er tað ógvusligt, undirstrikar Óli Rubeksen, ið heitir á foreldur um at fylgja við, hvar børnini hjá teimum eru um kvøldarnar.

- Foreldur mugu fylgja við, hvar børnini hjá teimum eru, og vit í SSP kunnu so ikki gera so nógv meira enn tað, sum vit gera.

- Foreldur hava eisini eina stóra ábyrgd við ikki at keypa rúsdrekka til børnini hjá teimum, og uppgávan hjá okkum øllum má vera at fáa so nógv sum gjørligt við uppá okkara átak "einki rúsdrekka til ungfólk undir 18 ár", sigur Óli Rubeksen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald