- Tú kanst gott stjórna einum landi hóast tú sær gott út
Kavelergong hjá finskum forsætisráðharra skapar kjak

Finski forsætisráðharrin, 34 ára gamla Sanna Marin, hevur seinastu vikuna elvt til kjak á netinum. Ikki fyri hennara politikk, men fyri kavalergong á einari mynd.
Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.
Á einari mynd, sum er tikin í sambandi við eina samrøðu í blaðnum Trendi Magazine, er forsætisráharrin í einum klædningsjakka, men hevur hvørki skjúrtu ella brósthaldara innanfyri.
Tað hevur sambært YLE og SVT havt við sær nógvar atfinningar á sosialum miðlum, har fleiri vilja vera við, at myndin ikki er hóskandi fyri eina kvinnum, sum er forsætsiráðharri, og at hon vísir ov nógva húð.
Eisini eru fleiri sum stuðla Sanna Marin undir hassjtagginum #imwithsanna.
Finland. Man kan vara intelligent, kunnig och kompetent och leda ett av världens bästa länder som statsminister, även om man ser bra ut!
— Merit Wager (@MeritWager) October 10, 2020
Statsminister Sanna Marin på omslaget av magasinet Trendi och på en bild inne i tidningen med ett Kalevala Koru-halsband runt halsen. pic.twitter.com/VZgUJ60npv
- Tú kanst gott vera intelligentur, dugnaligur og skikkaður og leiða eitt av heimsins bestu londum sum forstæsiráðharri, eisini um tú sært gott út, skrivar ein brúkari á Twitter.
In Finland conservatives are angry because prime minister @sannamarin showed a bit of cleavage in a magazine photo shoot.
— Dome Karukoski (@domekarukoski) October 10, 2020
I don’t have much of a cleavage, but I’m with her. (And all the women who want to dress as they themself please)#sannamarin #tissivakopäivä pic.twitter.com/pnA0YrYk26
- Eg havi ikki so nógva kavelergong, men eg stuðli henni (og øllum øðrum kvinnum, sum fara í tað, teimum lystir), skrivar ein annar.