back-icon

21.07.2020 09:54

- Vórðu ikki kannað áðrenn tey komu til Føroya

- Tað er ikki eitt krav, hvørki í Føroyum ella í Danmark, at mann skal lata seg kanna, áðrenn mann kemur inn í kongaríkið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
21.07.2020 09:54 Jens Hákun Leo

Tey trý útlendsku ferðafólkini, sum komu til Føroya leygardagin, og sum vórðu staðfest smittað við Covid-19, høvdu ikki latið seg kanna, áðrenn tey komu til landið.

Hetta upplýsir landslæknin í morgun.

- Tað er ikki eitt krav, hvørki í Føroyum ella í Danmark, at mann skal lata seg kanna, áðrenn mann kemur inn í kongaríkið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Les meira: Tríggir tilburðir staðfestir (portal.fo)

Tey trý fólkini, og tey umleið 25 fólkini, sum eru biðin um at fara í sóttarhald orsakað av teimum trimum, sleppa at vera í sóttarhaldi heima ella í bústøðunum, sum tey hava leigað í sambandi við frítíðina í Føroyum.

- Um tað er møguligt, so seta vit tey í karantenu, har sum tey búgva, ella har sum tey halda til, meðan tey eru her í feriu. Annars so hava vit eisini møguleikan at brúka Hotel Vágar, upplýsir landslæknin.

Tey trý smittaðu fólkini komu frá einum evropeiskum landi uttanfyri kongaríkið. Tey høvdu eingi sjúkueyðkenni, tá tey komu til Føroya.

- Tey føldu seg ikki sjúkan og gjørdust bilsin, tá tey fingu at vita, at tey bóru smittuna og kundu smitta onnur, segði Lars Fodgaard Møller við dimmu.fo í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald