back-icon

19.03.2020 11:45

150 hava boðið seg fram til sjálvboðið arbeiði

Í fyrstu atløgu hevur tørvur verið á eyka reingerð, og tí eru fleiri av teimum sjálvbodnu sett til hetta

Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)
19.03.2020 11:45 Jens Hákun Leo

Umleið 150 fólk hava boðið seg at hjálpa til í sjúkrahúsverkinum, nú koronavirus ger um seg, segði Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, á tíðindafundinum um korona í dag.

Í fyrstu atløgu hevur tørvur verið á eyka reingerð, og tí eru fleiri av teimum sjálvbodnu sett til hetta, kom fram. Samtundis eru nógv læknalesandi og onnur við heilsfrøðiligari bakgrund, sum hava boðið seg at hjálpa.

Koronavirusið hevur lagt alt samfelagið lamið, og eisini í sjúkrahúsverkinum hevur koronasmittan gjørt um seg.

- Tá tað fyrsta starvsfólkið hjá okkum fekk staðfest smittuna, fóru 14 í sóttarhald, og tá tað næsta fekk staðfest smittuna, fóru trý fólk afturat í sóttarhald, segði Margit Stórá.

Um ein hevur hug at hjálpa, so ber til at skráseta seg á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum her, og so seta tey á Landssjúkrahúsinum seg í samband við teg, um tørvur verður á eyka hjálp.

- Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, so ert tú vælkomin at melda teg til, siga tey á Landssjúkrahúsinum.

Í skrivandi løtu hava 72 fólk fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og um 600 fólk eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald