50 ára gamal NSÍ-veteranur í hopla - bumbaði trý mál í kassan uppá 13 minuttir
50 ára gamli Eddie Mikkelsen úr NSÍ skeyt ikki færri enn trý mál uppá 13 minuttir, tá NSÍ vann 5-2 á KÍ í 2. deild týskvøldið
50 ára gamli Eddie Mikkelsen úr NSÍ skeyt ikki færri enn trý mál uppá 13 minuttir, tá NSÍ vann 5-2 á KÍ í 2. deild týskvøldið.
Eddie Mikkelsen legði runavíkingar á odda 1-0 í 8. minutti og økti um leiðsluna til 2-0 í 16. minutti.
Í 21. minutti var hatrikkið hjá Eddie fullkomið, tá hann legði NSÍ fram um 3-0.
Eddie varð skiftur út í hálvleikinum í dystinum, sum varð leiktur við Djúpumýru í Klaksvík.
Hetta er fyrsti skrásetti dysturin hjá Eddie í ár, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur fingið bóltin í netmeskarnar síðan 6. mai 2017, tá hann skoraði eitt mál í einum heimadysti ímóti Skála í 2. deild.
Eddie var fastur fúsur á besta liðnum hjá NSÍ í 1990-unum og tey fyrstu árini av 00-unum. Sambært FaroeSoccer.com spældi hann sín síðsta dyst fyri besta liðið hjá NSÍ tann 9. august 2004. NSÍ tapti 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, og Eddie varð skiftur inn, tá tólv minuttir vóru eftir at leika.
Seinastu ferð Eddie skeyt eitt mál fyri besta liðið hjá NSÍ var tann 24. juni 2004. Hann skeyt tá annað málið í 2-0 sigrinum ímóti B71 á Sandi.
Eddie er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 101 dyst og 10 mál í bestu deildini fyri NSÍ. Hann fekk sín fyrsta dyst í bestu deildini tann 20. apríl 1992, tá NSÍ leikti á útivølli ímóti VB. Hann fekk síni fyrstu mál fyri besta liðið hjá NSÍ tann 11. juni 1994, tá hann skeyt tvey mál ímóti EB/Streymi á heimavølli. Hetta var ein dystur í bestu deildini, sum NSÍ vann 4-2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald