back-icon

16.06.2020 13:35

Ákærdur fyri at hava roynt at koyra mann niður í Klaksvík

Ein maður í 30-unum úr Suðuroy er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt ein mann niður beint uttanfyri matstovuna Carthage Steak á Stoksoyrarvegi í Klaksvík

(Mynd: Google Maps)
16.06.2020 13:35 Jens Hákun Leo

Ein maður í 30-unum úr Suðuroy var í Føroya Rætti í dag í sambandi við eina hending, sum fór fram í Klaksvík í juni mánaði í fjør.

Maðurin er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt ein annan mann niður beint uttanfyri matstovuna Carthage Steak á Stoksoyrarvegi í Klaksvík. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava nýtt harðskap ímóti hesum sama manninum.

Tann órættaði stóð uttanfyri matstovuna og tosaði í telefon, tá ein bilur, sum var á veg heim móti býnum, brádliga snaraði av vegnum og kom ímóti honum á "gonguteiginum".

Tann órættaði varð ikki yvirkoyrdur, og eftir at bilurin var steðgaður, kom maðurin, sum nú er ákærdur, úr bilinum. Menninir endaðu í hornatøkum við hvønn annan, og tá saman um kom, lá tann órættaði eftir á vegnum. Maðurin í 30-unum leyp síðan inn í bilin aftur og koyrdi avstað.

Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri grein 244 og grein 245 í revsilógini og fyri grein 23 og 32a í ferðslulógini.

Ákæruvaldið førir fram, at ein partvís treytaður fongsulsdómur uppá ikki minni enn 4 mánaðir er uppá sítt pláss.

Maðurin noktar seg sekan í ákærunum, og verjin hjá honum krevur frídøming. Um so er, at maðurin verður dømdur, ynskir verjin, at hann skal verða dømdur eftir grein 252 í revsilógini við einum partvís treytaðum dómi uppá hægst 20 dagar.

Dómur verður sagdur í málinum næsta týsdag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald