back-icon

23.05.2022 22:30

Ákærdur fyri neyðtøku: Málið byrjaði í rættinum í dag

Teitur greiddi í rættinum í Odense frá hvussu galið tað gekk novembernáttina í fjør, tá hann og ein vinmaður fóru heim saman við tveimum kvinnum. Dómur fellur í málinum mikudagin

23.05.2022 22:30 Sverri Egholm

Rættarmálið móti Teiti Skoubo byrjaði í dag í rættinum í Odense.

Havnarmaðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu eina novembernátt í 2021. Teitur Skoubo noktar seg sekan.

Tveir dagar eru settir av til málið, og mikudagin fellur dómur í málinum.

Realityportalen.dk hevur fylgt málinum í allan dag, og hevur eina samanumtøku av tí, sum er farið fram í rættinum.

Sambært miðlinum greiddi Teitur í rættinum frá, at hann og ein vinmaður møttu tveimum kvinnum á einum náttklubba í Odense. Tey fýra avtalaðu, at fara heim til ta órættaðu, 25 ára gomlu kvinnuna, at hava samlegu.

Havnarmaðurin skal í fyrsta umfari hava verið saman við vinkonuni, og síðani tók vinmaðurin yvir. Tá fór Teitur saman við órættaðu í eitt kamar at hava samlegu.

Tað gongur heilt galið
Tað er her, at tað skal vera gingið galið. Heilt galið.

Tí sambært Teiti hevur hann givið órættaðu ein lúsing meðan tey vóru í gongd, og hon skal vera dottin úr songini og hevur verið óheppin og sligið høvdið í songarstokkin, gólvið ella borðið. Hetta sá Teitur ikki, men hann sigur, at tað var eitt óhapp at hon datt.

Sambært ákæruritinum hevur hann sligið kvinnuna 4-5 ferðir í høvdið, og síðani fingið hana í eina song og trýst hana til samlegu, hóast hon royndi at siga frá.

Tað er ógreitt hvat er hent í løtuni eftir hesa hendingina. Teitur greiddi frá, at hann fór út í stovuna til hini bæði at fáa hjálp, men í ákæruritinum hevur tann órættaða greitt frá, at hon rópti um hjálp, og at hon bað hann steðga.

Teitur fór út eftir hetta, og setti kós móti sama náttklubba, sum tey høvdu verið á fyrr um kvøldið.

Klokkan 02:27 verður málið meldað, og løgreglan er í íbúðini hjá tí órættaðu klokkan 02:59. Hini trý vóru eftir í íbúðini, meðan Teitur var handtikin á náttklubbanum klokkan 04:02. Ein blóðroynd klokkan 7 vísti, at Teitur hevði eina promillu millum 1.17 og 1.7.

Mist nógv
Fyrrverandi Paradise Hotel-vinnarin Teitur Skoubo býr í dag í Spania, og arbeiðir sum online coach. Hann greiddi í rættinum frá, at hetta málið hevur havt stórar avleiðingar. Hann sigur seg hava mist 75 prosent av sínum kundum sum online coach, og mist samstarvsavtalur á Instagram fyri 100.000 krónur.

Vitnisfrágreiðingin hjá tí órættaðu var fyri afturlatnum hurðum, og Teitur hoyrdi tað úr einum rúmi nærhendis. Miðlarnir sluppu ikki at lurta við hesa løtuna.

Sum nevnt fellur dómur í málinum mikudagin.

Realityportalen.dk tekur samanum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald