back-icon

17.06.2020 17:00

Aldudalurin hjá 1. deild heldur fram

Seinast tveir uppflytarar vóru úr 1. deild var í 2016. Í 2019 náddi næstbesta deildin hjá monnum botnin, tá einki lið megnaði at flyta upp

Høgni Egilstoft Nielsen, liðskipari hjá 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
17.06.2020 17:00 Jens Hákun Leo

Tað er eingin loyna, at 1. deild hjá monnum hevur verið í einum aldudali hesi síðstu fýra árini.

Ein kann altíð kjakast aftur og fram, um góðskan á deildini er follin ella ikki síðan 2016, men í øllum førum hava liðini, sum kunnu flyta upp úr deildini, havt tað trupult við júst hesum hesi síðstu árini.

Seinast tveir uppflytarar vóru úr 1. deild var í 2016. Tá fluttu EB/Streymur og 07 Vestur upp úr deildini. Tvey onnur feløg, sum eisini kundu flyta upp í 2016, FC Suðuroy og Giza Hoyvík, endaðu á einum ávikavist 3. og 4. plássi í deildini hetta árið.

Árið eftir var bert ein uppflytari, og í 2018 og 2019 var sama skilið.

AB vann 1. deild í 2017 og flutti upp, meðan B68, sum flutti niður úr Betri deildini í 2016, endaði á einum 4. plássi í deildini hetta árið.

Í 2018 vann ÍF 1. deild, meðan B68 aftur endaði á einum 4. plássi.

Í 2019 náddi 1. deild botnin, tá einki lið megnaði at flyta upp. 07 Vestur endaði á einum 4. plássi í deildini, meðan B68 endaði á einum 5. plássi. B71 kundi eisini flyta upp, men endaði á einum 7. plássi. Í 2018 endaðu sandoyingar endaðu á einum 8. plássi í deildini. Giza Hoyvík endaði á einum 7. plássi í deildini í 2017 og á einum 9. plássi í 2018.

Nýggj solidarisk reglugerð

Fram til 2019 var galdandi fyri 1. deild, at um annað ella bæði av teimum liðunum, sum endaðu fremst í deildini, vóru umboðað í Betri deildini frammanundan, so flutti nummar trý upp. Var nummar trý eisini umboðað í Betri deildini, so varð eingin uppflyting.

Tað spælir inn, tá vit tosa um støðuna í 1. deild síðstu árini, at FC Suðuroy fór undir samstarv við TB og Royn í 2017 og 2018. FC Suðuroy leikti hesi bæði árini í Betri deildini saman við TB og Royn. Hevði FC Suðuroy leikt í 1. deild í 2017 og 2018, so hevði støðan í deildini møguliga verið øðrvísi. Møguliga høvdu vit fingið tveir uppflytarar í staðin fyri ein hesi bæði árini. FC Suðuroy hevur í 2019 og 2020 spælt í 2. deild.

Í ár er tann broytingin gjørd fyri 1. deild, at nú kann tað hægstplaseraða liðið, sum kann flyta upp, flyta upp, óansæð um tað endar uttanfyri topp-trý í deildini. Tað næsthægst plaseraða liðið, sum kann flyta upp, skal, óansæð hvar tað endar í deildini, spæla play-off dyst móti nummar níggju í Betri deildini.

Broytingin kemur helst væl við hjá liðunum, sum kunnu flyta upp í Betri deildina. Aftur í ár hava tey havt tað trupult. Eftir átta umfør liggur 07 Vestur á einum 4. plássi í deildini við 12 stigum, meðan B68 og B71 hava 11 stig hvør á ávikavist 6. og 7. plássi í deildini. FC Hoyvík liggur næstaftast við 5 stigum.

Toftamenn hava bert fingið eitt stig í trimum teimum seinastu umførunum, meðan vágamenn ikki vunnu sín fyrsta fyrst í ár fyrr enn í 6. umfari.

Les meira: 1. deild: Víkingur og NSÍ hava skapt nakað av frástøðu (portal.fo)

Víkingur II, NSÍ II og HB II liggja í løtuni í toppinum av 1. deild.

Hava ikki livað upp til favorittleiklutin

Samanumtikið hava fleiri faktorar gjørt seg galdandi, tá vit tosa um, hví so fáir uppflytarar hava verið úr 1. deild hesi síðstu árini.

Millum annað hava hesar faktorar gjørt seg galdandi:

1: B68 hevur ikki megnað at liva upp til favorittleiklutin
2: 07 Vestur hevur ikki megnað at liva upp til favorittleiklutin
3: B71 og Giza Hoyvík, nú FC Hoyvík, hava ikki spælt so nógv í 1. deild hesi síðstu árini, og tá tey so hava verið í deildini, hava tey verið ov veik til at spæla seg upp í toppin
4: FC Suðuroy hevur ikki verið í 1. deild hesi síðstu árini, fyrst orsakað av samstarvinum við TB og Royn, og síðani tí liðið ikki megnaði at spæla seg upp úr 2. deild í fjør

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald