back-icon

26.03.2020 16:25

Barnabøkur yvirtaka topp 10 hjá Rit og Rák

Skúlar og dagstovnar eru stongdir í sambandi við koronasmittuna, og eitt tómrúm skal tí sum vera man fyllast í gerandisdøgunum hjá børnunum

26.03.2020 16:25 Jens Hákun Leo

Tað er barnavinarligt tilfar, sum er best umtókt í Rit og Rák í hesum døgum.

Skúlar og dagstovnar eru stongdir í sambandi við koronasmittuna, og eitt tómrúm skal tí sum vera man fyllast í gerandisdøgunum hjá børnunum.

Hetta merkja tey í Rit og Rák.

- Vit selja nógv av puslispølum, perlum og sovorðnum kreativum vørum, siga tey úr bókahandlinum í SMS.

Undirvísingartilfar er eisini væl umtókt, og so er tað topp 10 listin yvir mest seldu bøkur í síðstu viku.

- Har eru tað eisini børnini, sum dominera. Hetta er nakað, sum er komið, síðan samfelagið fór niður í ferð orsakað av koronavirusinum, upplýsa tey úr Rit og Rák. 

Topp 10 listin yvir mest seldu bøkur í Rit og Rák í síðstu viku:

1. Skúlabyrjan - stavraðið (5-7 ár)
2. Skúlabyrjan - eg læri tøl (5-7 ár)
3. Skúlabyrjan - pluss og minus (5-7 ár)
4. Klokkan (5-7 ár)
5. Eg skal í skúla - mín fyrsta skúlabók
6. Handbók fyri superhetj. 3 - eftir Elias Våhlund
7. Handbók fyri superhetj. 4 - eftir Elias Våhlund
8. Fjallafólk á flatlendi - eftir Katrin Didriksen Apol
9. Arktis - eftir Jógvan Isaksen
10. Brøðurnir Leyvuhjarta - eftir Astrid Lindgren

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald