back-icon

17.06.2020 13:12

Barreigarar krevja endurgjald um teir verða tvingaðir at steingja

Barreigarar í Havn mótmæla staðiliga, at uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar verður samtykt

17.06.2020 13:12 Jens Hákun Leo

Barreigarar í Havn mótmæla staðiliga, at uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar verður samtykt.

Hetta framgongur av einum hoyringsskrivi, sum teir hava sent til vinnunevndina hjá løgtinginum.

Barreigararnir leggja dent á, at um uppskotið verður samtykt allíkavæl, og um heimildin, sum landsstýrið fær við uppskotinum, verður brúkt til at skerja virksemið hjá teimum, so eiga teir at fáa fult endurgjald fyri tær inntøkur, sum teir missa av hesum. Teir mæla til, at gildistíðin hjá uppskotinum, um tað verður samtykt, verður stytt niður frá 31. mars 2021 til 31. august 2020.

Teir, sum hava undirskrivað hoyringsskrivið, eru eigararnir av Jómfrúbakkanum, Tórshøll, Glitnir/Irish Pub, Basecamp/Taboo, Bassalt/Loca, Sirkus og Luux.

- Hava fylgt tilmælunum

Barreigararnir vísa á, at teir hava fylgt tilmælunum mestsum allan vegin, og at teir framvegis vísa ábyrgd við at lata aftur klokkan 02, áðrenn fólk gerast ov drukkin.

Barreigararnir sláa fast, at teir framhaldandi ætla sær at hava opið til klokkan 02. Teir hava loyvi at hava opið líka til klokkan 04, men tað vilja teir ikki. Teir vilja heldur vísa ábyrgd, siga teir.

- Hetta er sjálvandi ein dyggur smeitur, men verður hetta gjørt fyri at vísa ábyrgd við at lukka niður, áðrenn fólk gerast ov drukkin, soleiðis at tilmælini um frástøðu og smittufyribyrging kunnu haldast, siga barreigararnir um tað at lata aftur longu klokkan 02.

Kaldlig móttøka í tinginum

Vinnunevndin skal eftir ætlan viðgera uppskotið hjá vinnumálaráðharranum hesa vikuna, eftir at tað var til 1. viðgerð í tinginum í síðstu viku.

Les meira: Løgmaður ikki mist mótið av lemjandi mótstøðu í tinginum

Les meira: - Landsstýrið skal ikki bestemma náttar- og matstovulívið

Uppskotið fekk ikki eina so jaliga móttøku millum tingfólk. Hvørki millum samgongutingfólk ella millum andstøðutingfólk.

- Eingin smitta er í samfelagnum í løtuni, og sjálvt um smittan kemur aftur í samfelagið, so er hetta ikki eitt nóg gott grundarlag til at geva landsstýrismanninum ein blankokekk til at bestemma náttar-og matstovulívið, sum hann vil, segði Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum millum annað.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði seg vóna eftir 1. vigerð, at viðgerðin í vinnunevndini fór at sannføra tingfólk um nakað annað.

- Lat okkum nú síggja, tá vinnunevndin hevur fingið viðgjørt málið, og tá hon hevur fingið allar upplýsingarnar frá teimum somu myndugleikunum, sum eg havi fingið upplýsingarnar frá.

- So hava tey í vinnunevndini í hvussu er ta somu vitanina, sum eg havi. Eg havi eina vón um, at tað fer at broyta teirra hugsan um hetta uppskotið, soleiðis at mann kann geva landsstýrismanninum heimild til at handla, um so er, at tað fer at ganga galið, segði løgmaður millum annað fríggjadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald