back-icon

29.06.2020 16:40

Betri deildin málríkari enn Premier League og La Liga

Taka vit ta føroysku kappingina í mun til kappingar í Evropa, so koma fleiri mál í Betri deildini enn í bestu deildunum í Onglandi og Spania, fyri at nevna tvey dømi

Mynd: Sverri Egholm
29.06.2020 16:40 Jens Hákun Leo

162 mál eru skotin í teimum fyrstu 50 dystunum í Betri deildini í ár.

Hetta merkir, at í meðal eru 3,24 mál skotin í hvørjum dysti í Betri deildini higartil í ár.

Tríggir av teimum av teimum fyrstu 50 dystunum í ár eru endaðir málleysir, meðan fimm av teimum eru endaðir við einum máli, 1-0 ella 0-1.

Í 10 dystum eru tvey mál komin, meðan í 14 dystum eru trý mál komin.

5 dystir eru endaðir við fýra málum, 6 dystir eru endaði við fimm málum, meðan 5 dystir eru endaðir við seks málum.

Ein dystur er endaður við sjey málum (Víkingur-Skála 5-2), meðan ein er endaður við átta málum (B36-Skála 6-2).

Bundesliga gevur Betri deildini kapping

Taka vit ta føroysku kappingina í mun til kappingar í Evropa, so koma fleiri mál í Betri deildini enn í bestu deildunum í Onglandi og Spania, fyri at nevna tvey dømi.

836 mál eru skotin í teimum fyrstu 312 dystunum í Premier League í ár. Hetta gevur í miðal 2,68 mál fyri hvønn dyst.

Í La Liga í Spania eru 796 mál skotin í teimum fyrstu 310 dystunum í ár. Hetta gevur í miðal 2,57 mál fyri hvønn dyst.

Í Seriu A í Italia eru 831 mál skotin í 280 dystum higartil í ár. Hetta gevur í miðal 2,97 mál fyri hvønn dyst.

Í Ligue 1 í Fraklandi eru 704 mál skotin í 279 dystum higartil í ár. Hetta gevur í miðal 2,52 mál fyri hvønn dyst.

Bundesliga í Týsklandi er nakað væl málríkari enn hinar deildirnar. Har eru 982 mál skotin í 306 dystum - tað er í miðal 3,21 mál fyri hvønn dyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald