back-icon

20.04.2020 16:35

Betri deildin meira áhugaverd enn Premier League

Norska TV2 hevur fingið fyrispurningar um at keypa rættindini til Betri Deildina

Mynd: Sverri Egholm
20.04.2020 16:35 Jens Hákun Leo

Í løtuni eru rættindini til at vísa føroyskan fótbólt meira áhugaverd enn rættindini til Premier League.

Hetta er sambært Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktøri í TV2 Norge, sum hevur úttalað seg til NRK.

Hagen sigur, at TV2 hevur fingið fyrispurningar um at keypa rættindini til Betri Deildina.

- Í útgangsstøðinum halda vit hetta vera spennandi. Vit fingu eisini fyrispurningar (fyrr í ár, red) um at vísa dystir í hvítarussisku kappingini, men vit takkaðu nei, tí at vit mettu ikki, at teir bóru seg ábyrgdarfult at.

- Men Føroyar eru alt tað, sum Hvítarussland ikki er, og tá fótbólturin fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt, soleiðis sum hann eftir øllum at døma ger tað í Føroyum, so halda vit tað so avgjørt vera spennandi.

- Men tað er líka, sum tað er við rættindunum til bestu deildina í Noregi og onnur ítróttarrættindi. Vit mugu bíða og síggja, hvør kemur sigrandi burtur úr hesum. Men í løtuni eru rættindini til føroyskan fótbólt meira áhugaverd enn rættindini til Premier League, slær Hagen fast.

1. umfar í Betri deildini verður vikuskiftið 9-10. mai.

Tað er enn óvist, hvussu verður við teimum síðstu umførunum í Premier League í ár. Premier League skuldi upprunaliga byrja aftur 3. apríl og síðan tann 30. apríl, men tað nýggjasta er, at kappingin er útsett í óásetta tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald