back-icon

17.11.2020 00:01

Blakaður úr realityboksikapping

Teitur møtti ikki upp til venjingar, og sleppur tí ikki at luttaka

(Mynd: Stjerneboksing)
17.11.2020 00:01 Sverri Egholm

Teitur Skoubo skuldi eftir ætlan vera við í Stjerneboksning og boksa móti Lenny Pihl, sum eisini hevur luttikið í Paradise Hotel.

Men soleiðis verður ikki. Teitur Skoubo er blakaður úr kappingini, tí hann ikki er møttur upp til nóg nógvar venjingar, boða fyrireikararnir av boksikappingini frá.

 
 
 
 
 
View this post on Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Stjerne Boksning (@stjerneboksning)

Teitur hevur ikki verið til fimm av ellivu venjingum, og er nú blakaður úr kappingini. Hesar venjingarnar eru eitt krav fyri at fáa loyvi at boksa ein amatør-dyst, siga fyrireikararnir.

Ymiskt hevur órógvað

Ekstrablaðið hevur tosað við Teit, sum harmast um, at verða blakaður út, men tað eru ymsar orsøkir til tað.

Hann greiðir frá, at hann til venjingina í gjár júst var komin til Danmarkar aftur úr Føroyum, og forsvav seg. Aðrar venjingar avlýsti hann orsaka av uttanlandsferð og eisini koronavirus, sum hann fekk fyri nøkrum vikum síðani.

Teitur Skoubo og Lenny Pihl hava ikki sitið væl um sátt seinastu tíðina. Teir luttóku báðir í Singletown, og táverandi unnustan hjá Lenny helt seg verða happað av Teiti í sendingini. Tí var lagt upp til ein veruliga spennandi dyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald