back-icon

08.07.2020 21:00

Bók um Gud og Covid-19 selur sum heitt breyð

Føroyska týðingin av bókini "Where is God in a Coronavirus World?" eftir John C. Lennox hevur fingið góða móttøku millum fólk

Mynd: Ragnhard Petersen, Facebook
08.07.2020 21:00 Jens Hákun Leo

Tað eru ikki so fáir føroyingar, sum hava ognað sær nýggju bókina "Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?", sum Ragnhard Petersen úr KFS Føroyum hevur týtt úr enskum.

Bókin liggur á einum 6. plássi á topp-10 listanum hjá Rit og Rák í SMS hesa vikuna, og av bókum, sum ikki venda sær beinleiðis til børn, ella sum hava við sang ella matgerð at gera, so er tað bara nýggja bókin hjá Jóan Paula Joensen, "Í stovuni sofu, í køki komfýr", sum hevur selt meira enn bókin, sum KFS Føroyar hevur givið út.

Ragnhard Petersen upplýsir, at higartil eru umleið 500 eintøk seld av bókini. Tá hevur hann ikki talt eintøkini, sum eru seld í bókahandlunum kring landið, við í roknistykkið.

Bókin kom út tann 2. juni, og Ragnhard er fegin um, at fólk hava tikið so væl ímóti bókini.

- Eg eri sera væl nøgdur við søluna, tí at tað er altíð trupult at meta um áðrenn, hvussu nógv mann kemur at selja.

- Tað er ringt at selja bøkur í Føroyum, og eg hevði kanska væntað, at vit fóru at koma uppá eini 200-300 eintøk.

- Tá mann tekur hædd fyri tí, so er tað fínasta slag, at vit higartil hava selt umleið 500 eintøk, sigur Ragnvard Petersen.

Í bókini "Where is God in a Coronavirus World?" viðger John C. Lennox, professari á universitetinum í Oxford, koronavirusið í ljósinum av ymiskum heimsáskoðanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald