back-icon

04.07.2020 09:00

Bót fyri at syngja "bøssarnir í grønum"

Danska superliga felagið FC Midtjylland hevur fingið eina bót uppá 40.000 krónur, eftir at áskoðarar hjá felagnum sungu homofobiskar sangir undir einum dysti ímóti AGF

(Mynd: DR)
04.07.2020 09:00 Jens Hákun Leo

Áskoðarar hjá FC Midtjylland hugnaðu sær undir superligadystinum ímóti AGF tann 21. juni við at syngja homofobiskar sangir um dómararnar, sum dømdu dystin.

FC Midjylland áskoðararnir sungu millum annað "bøssarnir í grønum" um grøntklæddu dómararnar.

Fyri hetta hevur FC Midtjylland fingið eina bót uppá 40.000 krónur frá aganevndini hjá danska fótbóltssambandinum.

Aganevndin hevur tikið við í metingina, at áskoðarar hjá oddaliðnum í Superliguni eisini sungu líknandi sangir undir einum ímóti OB í september í fjør.

- Aganevndin tekur slík mál í størsta álvara, sigur Jens Hjortskov, sum er formaður í nevndini, sambært DR.

- Tá vit umrøddu, hvussu stór bótin skuldi verða, hildu vit okkum til tey prinsippir, sum eru galdandi, har fleiri brot eru framd, hetta fyri at gera av, í hvønn mun "normalrevsingin" skuldi vera partur av tí samlaðu revsingini.

- Havandi í huga tíðina, sum er ímillum tær báðar hendingarnar, hava vit givið ein lítlan avsláttur í mun til normalrevsingina, upplýsir Jens Hjortskov.

Dómararnir, sum dømdu dystin ímillum FC Midtjylland og AGF, hoyrdu ikki sangirnar, sum vórðu sungnir um teir undir dystinum.

Dómarin, Peter Kjærsgaard-Andersen, sigur í eini frágreiðing, at hvørki hann ella linjuverjarnir ella 4. dómarin hoyrdu sangirnar.

Tað var ikki fyrr enn aftaná dystin, tá fjølmiðlarnir byrjaðu at skriva um málið, at teir vórðu varugir við sangirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald