back-icon

07.09.2020 20:02

Brellbiti: Grátur og drama í Singletown

Teitur Skoubo og daman Christel Trubka luttaka í nýggju realitysendingini Singletown. Parlagið verður sett uppá spæl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

07.09.2020 20:02 Hvat.fo

Tað gongur eftir øllum at døma vilt fyri seg í nýggju realityrøðini í Danmark, Singletown, sum Teitur Skoubo og dama hansara, Christel Trubka, luttaka í.

Í summar hava seks pør livað sum støk í einum kærleikseksperimenti. Pørini búgva hvør sær saman við øðrum, og kærleikin verður nevniliga settur uppá spæl við veitslum, stevnumøtum og freistingum annars. Tað tey gera, verður víst á stórskermi fyri damuni ella sjeikinum.

Sambært brellbitanum sum er komin út, gongur tað hart fyri seg. Eisini hjá Teiti og Christel.

[object Object]Teitur og Christel í "Singletown" (Mynd: Discovery Networks Denmark)

Singletown verður tøkt a Dplay frá sunnudegnum 13. september klokkan 10.

Fleiri brellbitar síggjast á realityportalen.dk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald