back-icon

23.06.2020 13:02

Brúkt hálvaaðru millión krónur til sóttarhaldsbústaðir

Heilsumálaráðið gjørdi tríggjar avtalur um sóttarhaldsbústaðir í mars mánaði

Hotel Vágar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
23.06.2020 13:02 Jens Hákun Leo

Innlit, sum vit hava fingið, vísir, at Heilsumálaráðið hevur higartil brúkt 1.484.077 krónur í leigukostnaði fyri sóttarhaldsbústaðir í sambandi við Covid-19.

Hetta er prísurin uttan mat og drekka.

Heilsumálaráðið gjørdi tríggjar avtalur um sóttarhaldsbústaðir í mars mánaði. Ráðið gjørdi avtalu við P/F Gist og Vist um Hotel Vágar og Rúnarlon, SP/F Gist um Gist í Ørðavík og við Hvíldarheimið Naina í Havn.

Heilsumálaráðið leigaði Rúnarlon frá 14. mars til 20. apríl fyri 611.800 krónur.

Heilsumálaráðið leigaði Hotel Vágar frá tíðliga í mars mánaði, eftir at tann fyrsti Covid-19 tilburðurin í Føroyum varð staðfestur. Boð vóru aftur eftir Hotel Vágum tann 7. apríl. Tá bað Heilsumálaráðið um at leiga 16 kømur í 12 dagar.

Heilsumálaráðið rindaði Hotel Vágum í alt 573.346 krónur fyri ómakin.

Les meira: Landið fær Hotel Vágar fyri hálvan prís (portal.fo)

Les meira: 1,3 milliónir brúktar at hýsa fólki í sóttarhaldi (kvf.fo)

10 fólk sótu í sóttarhaldi á Hvíldarheiminum Naina í døgunum 21. mars til 6. apríl. Kostnaðurin av hesum var 103.331 krónur.

Heilsumálaráðið leigaði Gist í Ørðavík í tveimum umførum. Frá 13. mars til og við 31. mars og so aftur í apríl mánaði. Tann 19. apríl bað Heilsumálaráðið um at leiga trý kømur til sóttarhald á Gist í Ørðavík. Heilsumálaráðið rindaði SP/F Gist í Ørðavík í alt 195.600 krónur fyri ómakin.

Eingin sat í sóttarhaldi á Gist í Ørðavík í mars mánaði.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, bað tíðliga í mars mánaði fíggjarnevndina um pening til sóttarhaldsbústaðir. Fíggjarnevndin játtaði 2,3 milliónir krónur til epidemitilbúgving til fólk, sum vóru í kravdum sóttarhaldi.

Talan var um 1,7 milliónir krónur til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til fyriskipan, serfrøði, serligan flutning og annað.

Føroyar hava verið smittufríar síðan fyrst í mai mánaði. Teir seinastu Covid-19 tilburðirnir í Føroyum vórðu skrásettir tann 22. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald