back-icon

07.07.2020 13:00

Bundesligaárið 2020/21 byrjar væntandi 18. september

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir hjá honum í Arminia Bielefeld kunnu vænta at sleppa í gongd við tilveruna í Bundesliguni tann 18. september

07.07.2020 13:00 Jens Hákun Leo

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir hjá honum í Arminia Bielefeld kunnu vænta at sleppa í gongd við tilveruna í Bundesliguni tann 18. september.

Fleiri altjóða miðlar skriva, at "The German Football League", sum hevur ábyrgdina av Bundesligu I og II, hevur sett út í kortið, at næsta kappingarár í Bundesligu I skal skjótast í gongd tann 18. september.

34 umfør eru í Bundesliguni, og kappingin má enda í góðari tíð áðrenn EM-endaspælið, sum byrjar tann 11. juni næsta ár.

Tað er uppá tal annaðhvørt at hava ein styttri vetrarsteðg ella at avgreiða fleiri dystir mitt í viku.

Fimm Bundesliga lið eru enn við í Champions League og Europa League, sum verða á skránni í august mánaði.

Arminia Bielefeld tryggjaði sær uppflyting til Bundesliguna í juni mánaði við at vinna Bundesligu II.

Jóan Símun var skaddur, tá liðið hjá honum vann tann avgerandi dystin ímóti SV Darmstadt 98, og hann hevur ikki spælt síðan áðrenn korona. Hann væntar tó at sleppa at spæla í Bundesliguni.

- Tað er sjálvandi einki stuttligt at vera skaddur, men eg føli at eg eigi mín stóra part í uppflytingini. Nú snýr tað seg um hjá mær at blíva klárur aftur, men vónandi fái eg nakrar minuttir í komandi kappingarári. Tey signalini eg havi fingið er, at hópurin verður stórtsæð tann sami til komandi kappingarár, og eg føli at venjarin stólar upp á meg, so eg vænti at spæla eisini í Bundesliguni, segði Jóan Símun Edmundsson við Trónd Arge frá in.fo í juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald