back-icon

22.04.2020 13:35

Burn Fitness letur upp aftur

Samfelagið er so smátt byrjað at lata upp aftur, eftir at koronasmittan legði tað meira ella minni lamið í mars

(Mynd: Burn)
22.04.2020 13:35 Jens Hákun Leo

Venjingarmiðstøðin Burn Fitness, sum heldur til í miðbýnum í Havn, boðar í dag frá, at hon letur upp aftur 4. mai.

Tey í vælumtóktu venjingarmiðstøðini hava í vikuni havt vitjan av Pál Weihe frá koronaráðgevingini. Hann hevur givið teimum mannagongdir og greitt teimum frá, hvussu tey best skipa seg, soleiðis at tey áhaldandi fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

Í fyrstu atløgu verða skiftirúmini stongd, og færri pláss verða til liðtímarnar, verður upplýst.

Jákup Súni Berg, stjóri í Burn Fitness, sigur at tíðin er nú komin til at lata upp aftur.

- Tað hevur verið ein dyggur smeitur fyri okkum, at vit ikki hava kunnað havt opið, og hjálparpakkin frá landsstýrinum hjálpir bara eitt vist.

- Tí er tað nú uppá tíðina, at vit taka hetta stigið at lata upp aftur. Vit kunnu heldur ikki bara hava stongt fyri at hava stongt, tí tað kostar kassan.

- Vit skulu eisini hava í huga, at tað næstan ikki er nakar, sum eru smittaður í landinum í løtuni, og tí meta vit, at tað er trygt at fara í gongd aftur nú, sigur stjórin í Burn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald