back-icon

25.06.2020 15:43

Býarbókasavnið karmur um borðspælskvøld í summar

Fyriskipararnir leggja dent á, at tey hava saknað eitt alternativ til ung, sum ikki gera ítrótt ella ganga á møti ella til tiltøk, har rúsdrekka verður brúkt

25.06.2020 15:43 Jens Hákun Leo

Hesar komandi vikurnar fer áhugafelagið Tabletop Føroyar í samstarvi við Býarbókasavnið í Havn at skipa fyri borðspælskvøldum.

Fyriskipararnir siga, at endamálið er at geva fólki, sum hava áhuga fyri borðspølum, eitt forum, har tey kunnu hittast og hugna sær saman afturvið einum góðum borðspæli.

- Hetta snýr seg um skapa relatiónir, og fólk eru vælkomin at taka síni egnu spøl við. Tað kann vera alt frá borðspølum sum Ludo, Partners og Race for the Galaxy til kortspøl sum Olsen, Grís og Uno, sigur Barbara Krossteig, sum er ein av fyriskiparunum.

Barbara er við í Tabletop Føroyum, sum í løtuni hevur 189 limir. Endamálið við áhugafelagnum er at stimbra rolluspælsumhvørvið í Føroyum og at skapa ein pall, sum fólk kunnu brúka at finna spælarar og spælmeistarar.  

Sakna alternativ til ung

Barbara Krossteig leggur dent á, at tey hava saknað eitt alternativ til ung, sum ikki gera ítrótt ella ganga á møti ella til tiltøk, har rúsdrekka verður brúkt.

- Vit hava varnast, at tað eru øgiliga fá tiltøk fyri ung, har ítróttur, átrúnaður ella rúsdrekka ikki er í sentrum.

- Hetta er sostatt eitt sosialt átak, sum kann vera gott fyri onkran, sum kanska býr einsamallur í einum lítlum kamari. Ella fyri onkran, sum er nýggjur her í landinum, og sum kanska ikki hevur so nógvar vinir enn. Ella fyri familjur, sum bara vilja fara út og hugna sær saman, sigur Barbara.

- Øll er vælkomin, og vit ynskja at savna fólk um borðspøl og geva fólki møguleikan til at kunna skriva online, at tey mangla ein spælara til tað og tað spælið í kvøld. Og so kunn tey spyrja, um tað er nakar, sum vil vera við, leggur Barbara afturat.

Spælikvøldini á Býarbókasavninum í Havn verða týskvøld og hóskvøld í juli mánaði frá klokkan 18 til 21. Tað er ókeypis at vera við.

Tað ber til at møta upp sjálv/ur og verða sett/ur í ein bólk ella at møta upp sum ein bólkur og nýta hølini, siga fyriskipararnir.

Fyrsta spælikvøldið verður næsta týskvøld, 30. juni, klokkan 18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald