back-icon

30.03.2020 11:25

Bygdaleiðir koyra aftur eftir páskir

Í fyrsta umfari verður talan um eina skerda tilkall útgávu av Bygdaleiðum

Mynd: Sverri Egholm
30.03.2020 11:25 Jens Hákun Leo

Tað fyrsta tekinið um, at tann vanligi gerandisdagurin møguliga er í nánd aftur, kom í dag, tá boðað varð frá, at Strandferðslan setur í verk eina skerda tilkall útgávu av Bygdaleiðum. Hendan skipan er í fyrsta umfari galdandi frá týsdegnum 14. apríl 2020.

SSL.fo skrivar, at við eini skerdari tilkall útgávu av Bygdaleiðum verður stýrt ímóti, at samfelagshjólini so líðandi koma í gongd aftur við ferðing til og frá arbeiði millum bygdir og býir.

Teir stóru bussarnir á teimum útvaldu leiðunum verða nummeraðir innan við níggju setrum, ið er tøk til hvønn túr, og teir lítlu bussarnir verða nummeraðir innan við trimum setrum. Til skerdu tilkall útgávuni av Bygdaleiðum skulu ferðandi boða frá teirra ferðing við navni og telefonummar teirra í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri, um tey skulu við einum bussi.

Strandferðslan leggur afturat, at við tilkall skal upplýsast navn, telefonnummar, leiðnummar, frá og til, umframt klokkan nær ferðast ynskist.

Leiðir, ið verða settar í gongd 14. apríl, eru fylgjandi:
- Leið 100: Tórshavn – Vestmann
- Leið 300: Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur
- Leið 400: Tórshavn – Klaksvík
- Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
- Leið 600: Skopun – Skálavík
- Leið 700: Sumba – Vágur – Tvøroyri
- Leið 701: Fámjin – Tvøroyri – Sandvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald