back-icon

20.05.2020 11:00

Cambridge University avlýsir allar fyrilestrar á staðnum til á sumri í 2021

Kendi lærdi háskúlin hevur tikið hetta stigið sum liður í stríðnum ímóti koronavirusinum

20.05.2020 11:00 Jens Hákun Leo

Cambridge University í Bretlandi hevur avlýst allar fyrilestrar á staðnum til á sumri í 2021.

Kendi lærdi háskúlin, sum er tann næstelsti í øllum Bretlandi, hevur tikið hetta stigið sum liður í stríðnum ímóti koronavirusinum.

Cambridge University sigur sambært Daily Mail, at eftirsum at krøvini um sosiala frástøðu eftir øllum at døma verða galdandi í langa tíð framyvir, so verða eingir fyrilestrar á staðnum tað næsta akademiska árið.

Í staðin verða fyrilestrarnir á Cambridge University í 2020/21 á netinum, eins og teir hava verið tað hesar síðstu mánaðirnar.

- Fyrilestrarnir fara framvegis at vera tøkir á netinum, og tað verður kanska gjørligt at hittast í smærri undirvísingarbólkum, so leingi hetta er í tráð við krøvini um sosiala frástøðu, sigur ein talsmaður hjá lærda háskúlanum.

Aðrir lærdir háskúlar í heiminum hava annaðhvørt boðað frá, at næsta semestur verður útsett, ella at fyrilestrarnir á teirra skúlum verða á netinum fram til í januar 2021.

Cambridge University er fyrsti lærdi háskúlin í heiminum, sum hevur avlýst allar fyrilestrar á staðnum til á sumri í 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald