Country Festivalurin og Voxbotn hanga í klønum tráði
Landsins myndugleikar mæla frá at halda festivalar og onnur størri tiltøk fram til og við 30. juni
Tað er lítið sannlíkt, at Country Festivalurin og Voxbotn verða á skránni í ár.
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen boðaði frá í dag, at landsins myndugleikar mæla frá at halda festivalar og onnur størri tiltøk fram til og við 30. juni.
Harvið hanga eisini stevnurnar í klønum tráði.
Enn er óvist, hvussu verður við G! og Summar Festivalinum í ár. Løgmaður segði, at støða verður tikin, tá komið er nakað út í næsta mánað, hvussu verður við festivalunum, sum skulu verða í juli og august.
Arbeitt verður við at geva endurgjald til festivalarnar.
- Vit fara at gera eina serskipan til festivalarnar, so at teir eisini kunnu fáa stuðul og lut í hjálparpakkunum hjá landsstýrinum, segði løgmaður á tíðindafundinum í morgun.
Hvat viðvíkur kaffi-og matstovum, so er nýggjasta tilmælið, at tær kunnu hava opið til klokkan 22 til og við 30. juni.
Mælt verður harðliga frá, at skeinkistøð hava opið til langt út á náttina í vikuskiftunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald