back-icon

25.03.2020 15:26

Dagbók: Blívi gak-gak uttan dagliga dosis av frískari luft

Dagur 12 í sóttarhaldi. Vit húsast í einum av húsunum sum liggja ovast í Klaksvík, so tað er skjótt at fara í hagan

25.03.2020 15:26 Rúna Nón Bjartalíð

Kæra isolatións-dagbók

Dagur 7 (12):

Nú fann eg aftur ljósið!

Klokkan bleiv 14, áðrenn eg nakrantíð kom upp úr songini í dag. Tað er nokk ikki hent, síðan eg var 16 og gekk í býnum. Oysus, tað er longu 10 ár síðan, nú tá eg fór at rokna .. Men tað var harliga tiltrongt! Vanliga eri eg uppi áðrenn hønurnar.

Verri er við Rebekku, sum gott kundi sovnað til eina rock-konsert OG sovið allan vegin heim.

Annars havi eg funnið útav, at eg blívi púra gak-gak, um eg ikki fái mítt dagliga dosis av frískari luft. So hugskotið um at selja luft til Kina er genialt!

Uppaftur genialari er tað, at vit nú húsast í einum av teimum ovastu húsunum í Klaksvík, og tí kann eg altíð fara direkta niðan í hagan, um eg nú vil hava túrin OG fríska luft.

Raska (ikki kúgvin hjá MBM, men Rebekka) fór síðan at rudda køkin frá døgurðanum kvøldið fyri, meðan eg gekk og pilkaði í Mykines-salatinum. Akkurat sum tað eigur at vera (;

Hon ruddaði meir! Hon gekk runt her við oyrabúffum og skrálaði, meðan hon ruddaði wc’ið, stovuna og gongina. Men um Rebekka ikki fer at vaska klæðir skjótt, so verði eg noydd til at venda trussunum á ranguna. Hetta er ikki sum hjá mammu; har byrjaði hon næstan at vaska rein klæðir.

Cor-Uni fór, sum tann frelsandi eingilin hann er, at keypa fyri okkum, soleiðis at vit kunnu yvirliva í eina løtu avtrat. Tað er merkiliga nógvir einglar at síggja fyri tíðina! Vit eru tykkum takksom <3

Kvøldið endaði við, at vit gjørdu ból í stovuni, tendraðu ein góðan film, tendraðu livandi ljós og sjálvandi við onkrum lekkrum afturvið.

Spennandi at vita, hvat morgindagurin bjóðar!

xoxo  Corúna 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald