back-icon

26.03.2020 17:25

Dagbók: Og har gekk eg tú; brølandi uppi í haganum

Dagur 13 í sóttarhaldi

26.03.2020 17:25 Rúna Nón Bjartalíð

Kæra isolatións-dagbók

Dagur 8 (13):

Í morgun var annað lív! Vekkarin vakti okkum klokkan 08.30, tí Rebekka skuldi møta til Corona-test klokkan 09.00, á Klaksvíkar sjúkrahús. Annars hava vit ikki brúkt vekkara, síðani karantenan byrjaði, so hetta tók hart uppá okkum.

Afturkomin frá testini, fóru vit at leggja okkum aftur eina løtu, og mín sann um eg ikki sovnaði í eina tíma! Tað var sanniliga eitt mirakkul, tí eg plagi aldrin at kunna “leggja meg aftur”, tá eg fyrst eri komin upp.

Rebekka svav, sum vera mann, leingi. Eg gekk á tá og ruddaði upp, og tømdi uppvaskimaskinuna, fyri at hon ikki skuldi vakna. Nei, hetta tímdi eg ikki; eg fari ein túr niðan í hagan!

Eg fekk mær oyrabúffarnir og sólbrillurnar á, og so fór eg. Tað var gott veður, og bara eitt lítið frískligt lot. Og har gekk eg tú; brølandi uppi í haganum. Eg sang sum eg veit ikki hvat! Erguligt at fleiri ikki vóru hjá, tí so hevði tað virkað sum ein ordulig konsert; altso, við dansi og sangi. Men tað hevði kanska mint meir um onkran vánaligan upptrakkara úr X-Factor, sum sleett ikki dugdi at syngja.

Men glað var eg.

Ananrs havi eg sæð næstan alt av Greys Anatomy nú, so nú kann eg gott hjálpa til á sjúkrahúsinum, tá mín karantena er liðug. Eg havi tó ikki orduliga valt mær eina leið enn, innanfyri læknavísindina. Men eg hugsi, at tað hevði verið upplagt sum barnalækni, eftirsum eg havi arbeitt so leingi í barnagarði; tað pedagogiska liggur jú longu har, hehe

Í nátt bjóðaði eg Rebekku av í Yatzi, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt. Eg tapti so dyggiliga.. Men eg haldi at hon hevði eitt nýbyrjannar-held, tí hon fekk Yatzi nokkso skjótt.. MEN, onkur má tapa, fyri at hini skulu vinna. Eg vildi bara ynskt at tað var umvent.

Spennandi at vita, hvussu leikur fer framm í morgin.

xoxo  Corúna 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald