back-icon

31.03.2020 15:40

Dagbók: Sum at fara aftur í tíðina

Dagur 18 í sóttarhaldi. Kringvarpið eigur ongantíð aftur at gevast við at vísa Mumi

31.03.2020 15:40 Rúna Nón Bjartalíð

Kæra isolatións-dagbók

Dagur 13 (18):

Mumi is back!

Hví havi eg ikki hugsað um Mumi? Hetta er dagur nummar 18, og hetta er fyrsti dagur har eg síggi Mumi, og eg má siga at hetta er sum at fara aftur í tíðina. Mumi var mín yndis teknifilmur, tá eg var lítil. Ella yngri. Hehe, eg eri ikki blivin stór enn, og fari nokk aldrin at blíva tað.

Men annars haldi eg ikki at Kringvarpið, nakrantíð aftur, skal gevast við at vísa Mumi! Og kanska skuldi tey heldur leita Dólgarnir, Noddi, Christoffur Columbus og annað framm aftur, nú tá so nógv fólk sita isoleraði.

Annars kom Rebekka upp sirka beint áðrenn nátturðatíð (hon svevur sum ein steinur, og teir sova ólukksáliga leingi og fast). Eftirsum hon hevði sovið so leingi, so slapp hon at gera nátturðan segði eg, men tað var mest tí, at eg vildi sleppa undan. (Man skal duga, høhø)

FM í Yatzi er avlýst, tí eg bleiv so dyggiliga avhølvað í gjár... Rebekka startaði finaluna við at fáa Yatzi í eittum, so har var líkasum longu tapt beinanveg.

Gud viti hvussu rumpan hjá mær fer at síggja út tá eg sleppi út, nú tá eg havi gjørt so nógv squats, meðan eg havi verið her. Lørini byrja longu at vaksa, so her gongur skjótt fyri seg. Vónandi klári eg at forseta, sjálvt um karantenan er liðug beinanveg. Bara eg ikki fari at líkjast Sterling (ein fótbóltsspælari við einari dunnureyv sum vil nakað), so er á góðari leið. Er dunnureyv annars eitt tabu-orð at brúka? Fyri meg er tað bara myndamál, men hvør veit, um onkur ikki blívur fornermaður av orðinum?

Eg fór at hugsa um Mike nú, tá eg hugsi um dunnur... Mike plagdi at kløkka nakrar dunnur í nabolagnum - halt kipp tað altíð sá stuttligt út. Men oysus eg gleði meg at klemma mín Mike aftur.

Nú telji eg alvorliga niður til eg sleppi heim aftur!

xoxo  Corúna 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald