back-icon

27.01.2022 11:35

Disney+ tøkt í Føroyum í summar

Góð tíðindi fyri filmsglaðar føroyingar. Í summar verður Disney+ eisini tøkt í Føroyum. Umframt Disney umfatar tænastan eisini tilfar frá Pixar Marvel og Star Wars

27.01.2022 11:35 Sverri Egholm

Síðani stroymingartænastan Disney+ gjørdist tøk í Danmark og øðrum norðurlondum, hevur væl umtókta sjónvarpstilboðið ikki riggað í Føroyum.

Nú ganga tó ikki nógvir mánaðir, so kunnu films-svangir føroyingar blaða runt í nógva tilfarinum, sum umframt Disney eisini umfatar tilfar frá Pixar, Marvel og Star Wars.

Disney boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at tænastan frá í summar letur upp í 42 londum og 11 økjum í summar.

Eitt av teimum er Føroyar.

Netflix er størsti stroymingarpallurin í heiminum, og hevði 214 milliónir haldarar við ársenda í 2021. Til samanberingar hevði Disney+ 118 milliónir haldarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald