back-icon

24.10.2022 16:42

Dómur fellur mikudagin

Teitur Skoubo hevur seinnapartin verið í landsrættinum í málinum, um ein býtúr í Odense fyri einum ári síðani. Hann var í býarrættinum í mai, dømdur sekur í neyðtøku, og hevur síðani sitið í varðhaldi. Verjin fer eftir frídøming og ákærin fer eftir harðari dómi

(Savnsmynd)
24.10.2022 16:42 Sverri Egholm

Rættarmálið við føroysku realitystjørnuni í Danmark, Teiti Skoubo, hevur verið fyri í landsrættinum í Odense seinnapartin. Málið heldur fram mikudagin, og tá fellur endaligur dómur eisini.

Teitur Skoubo var síðst í mai dømdur hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið eina kvinnu 28. november 2021 í Odense. Málið varð stutt eftir kært til landsrættin.

Broyting í vitnisfrágreiðingini
Hansara vitnisfrágreiðing er ikki eins og tann, sum hann gav í mai mánað. Í rættinum í dag greiddi Teitur frá, at hann í býarrættinum kendi seg trýstan at siga ymiskt, hann ikki var heilt vísur í, og tí ynskti hann í dag bara at halda seg til tað, hann mintist.

Herognu.dk skrivar frá rættarmálinum, at Teitur millum annað nú greiðir frá, at hann byrjaði við at hava samlegu við vinkonuni, og ikki tí órættaðu. Eisini greiðir hann frá, at gentan, sum skal vera blivin neyðtikin, sjálv læt seg út klæðunum. Tað stríðir beinleiðis ímóti tí, sum Teitur greiddi frá í býarrættinum, tá hann segði, at hann læt hana úr klæðunum.

Teitur greiðir harafturat frá, at hann minnist ikki, um hann sló gentuna við høgru ella vinstru hond. Áður hevur hann sagt, at tað var við vinstur hond. Tað var eitt git, sigur hann í rættinum, tí hann er vinstrahentur.

Áður hevur Teitur Skoubo ikki ynskt at úttala seg um kokainið, sum varð funnið í blóðinum, men í dag valdi hann at greiða frá hesum.

Hann greiddi frá, at tá hann tók kokain tá hann kom aftur til dansistaðið Butchers. Hetta var eftir, at hann var farin úr íbúðini hjá órættaðu.

Tað var eftir ráðgeving frá hansara fyrrverandi verja, at hann ikki úttalaði seg um kokainið, men nú vil hann greiða frá hesum.

Fara eftir frídøming
Dómur fellur í málinum mikudagin, og verjin hjá Teiti fer eftir frídøming, og ákærin eftir einum harðari dómi, enn tann, sum Teitur fekk í býarrættinum.

Verður Teitur Skoubo frídømdur, verður tað statskassin, sum skal rinda fyri sakarmálskostnaðin í býar og landsrættinum. Eisini hevur hann rætt til endurgjald fyri varðhaldsfongslingina, sum liggur um 200.000 krónur, upplýsir verji hansara, Nicolai Berg, sambært Herognu.dk.

Fleiri familjulimir hjá Teiti Skoubo vóru til staðar í rættinum í Odense seinnapartin, skriva danskir miðlar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald