back-icon

05.08.2020 14:13

Ebenezer ynskir at verja tey gomlu í samkomuni

Ebenezer hevur valt at avlýsa bønar- og uppbyggingarmøtið í kvøld. Samkoman ynskir at binda um heilan fingur og verja tey eldru, serliga eftirsum TeenStreet ungdómar savnast í húsinum hjá samkomuni í hesum døgum

Mynd: Jógvan á Dul
05.08.2020 14:13 Jens Hákun Leo

Samkoman í Ebenezer í Havn boðaði frá í gjárkvøldið, at einki bønar- og uppbyggingarmøti verður í kvøld vegna broyttu korona-støðuna.

Richard Schwartson, sum er ein av elstunum samkomuni, fortelur, at avgerðin um at avlýsa møtið í kvøld er ein kombinatión av teimum nýggju koronatilburðunum, sum vórðu staðfestir í gjár, og so TeenStreet leguni, sum verður hildin runt umkring í landinum í hesum døgum.

Ein partur av leguni fyrigongur í Ebenezer, og Richard Schwartson leggur dent á, at mann ynskir at verja tey gomlu í samkomuni.

- Í gjár fingu vit tveir nýggjar tilburðir, og í dag fingu vit so 14 afturat, og tað eru óivað fleiri, sum eru smittað, sum vit ikki vita um enn.

- Tá mann so tekur hædd fyri hesum og hugsar um, at vit hava um 150 ungfólk, sum savnast í Ebenezer í hesum døgum til bíbliutímar og verkstovur og annað, samstundis sum tey flestu, sum koma her mikukvøld, eru í eldra endanum, so hava vit also valt binda um heilan fingur.

- Vit vilja ikki risikera nakað, og tí hava vit valt at avlýsa, sigur Richard Schwartson.

Richard Schwartson leggur dent á, at avgerðin um at avlýsa er tikin í samráð við Pál Weihe.

- Hetta er ikki nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá. Vit ringdu til Pál í gjár og tosaðu við hann um hetta, og hann mælti til, at vit avlýstu.

Men høvdu tit avlýst, um eingin TeenStreet lega var?

- Um eingin TeenStreet lega var, so høvdu vit møguliga ikki avlýst. Og viss eingin nýggjur tilburður var staðfestur, so vænti eg ikki, at vit høvdu avlýst.

Og hvussu so við møtunum sunnudagin?

Viðvíkjandi møtunum sunnudagin, so koma vit í leiðsluni at hava ein fund um hetta í morgin, og tá verður ein støða tikin, svarar Richard Schwartson.

Í kjalarvørrinum av teimum nýggju smittutilburðunum, er Mentanarnáttin 2020 avlýst, og FSF hevur boðað frá, at allir dystir í vaksnamannadeildunum hesar næstu tveir vikurnar skulu verða leiktir uttan áskoðarar. 

Vit skilja, at aðrar samkomur í Havn umhugsa at gera eins og Ebenezer og avlýsa møti, sum vanliga eru á skránni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald